Frálíkur tónleikur á keiini í Vestmanna


Í ár verður Bátastevnan eitt sindur annaleiðis, tó verður møguleiki at hugna sær hvør í sínum lagi um alt landið.
Tiltakið verður stroymt ókeypis á bs.fo, kvf.fo og umvegis facebooksíðuna hjá Bátastevnuni.
Tað er ikki møguligt at samlast á økinum, men til ber at sita í bili til “drive inn” konsert í fjarstøðu.
So vit síggja fram til at hugna okkum hvør í sínum lagi.
So minnist til frástøðuna og gleði tykkum til Leygarkvøldið frá klokkan 18-01.

Bátastevnubúffar til leygarkvøldið kunnu bíleggjast á 522253 frá fríggjadegnum klokkan 16.
Útkoyring í Vestmanna/avheinting er leygardagin millum 17 og 21.
Fyri einans 150 krónur fæst búffur, sós, rómaeplir og salat, vælgagnist.