FÝRA STIG HEIM VIÐ AV SKÁLA

Bæði kvinnurnar og menninir hjá VÍF spældu á Skála sunnudagin móti StÍF. Lagið var betri eftir dystirnar í ár, enn tað var í fjør. Tá var fyrsti dystur á árinum eisini á Skála, og bæði vestmannaliðini taptu. Sunnudagin vunnu bæði liðini. Kvinnurnar vunnu 26-21 og menninir vunnu 27-26 eftir ein sera spennandi endaspurt. Eitt skiftið var støðan 17-10 til StÍF.

DJARVAR OG KVIKAR GENTUR

StÍF sær út til at hava eitt gott kvinnulið í ár, og tað kann bara benda á, at kvinnurnar hjá VÍF undir leiðslu av Geir Wardum fara at gerast drúgvar. Alment hava VÍF-genturnar sagt, at tær ætla at gerast FM-vinnarar og tað vildi verið býtt av viðhaldsfólkunum hjá VÍF at ivast. Heldur fara vit tess meira at stuðla liðinum, tí tað kann gerast rættiliga stuttligt at fylgja teimum, um tað hepnast at liggja í ovara endanum stóran part av kappingarárinum.

187 ViF-VB2

Liljan Djurhuus skeyt 9 mál

Kvinnurnar hjá VÍF leiktu ein sera góðan dyst móti StÍF. Sjáldan hava vit sæð liðið spælt so kvikan og ágangandi hondbólt. At genturnar missa eitt sindur í seinna hálvleiki er eitt kent fyribrigdi fyri lið, sum leggja so stóran sjógv millum seg og mótstøðuliðið longu í fyrra hálvleiki. Tað vísti seg eisini, at tá StÍF nærkaðist, settu genturnar ferðina upp og staðfestu so ruddiliga ein trivaligan sigur.

IMG_3915

Geir Wardum, venjari hjá VÍF-kvinnunum

Tær nýggju genturnar á liðinum kláraðu seg stak væl. Ikki minst Mariann H. Jacobsen við trimum málum og fleiri sera góðum sendingum, sum aðrar umsettu til mál. Eisini stóð nýggi málverjin á liðinum, Kristinu Griksaite, seg rættiliga væl stóran part av dystinum.

Næsti dystur hjá VÍF kvinnunum verður sunnudagin 4. oktober kl. 14.30 í Klaksvík móti Stjørnuni.

StÍF-VÍF: 21-26. Kristina Griksaite, Elin Maria Stórá, Randi Virgarsdóttir 3, Agnas Olsen 5, Brynja Rógvadóttir, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 9, Marianna H. Jacobsen 3, Rakul Joensen 1, Daniella Joensen 1, Ronja Johannesen, Kathe D. Frederiksen, Lív Ingdorsdóttir Eilin Hansen 4 og Beinta Sveinbjørnsdóttir.

MENNINIR VUNNU Í SÍÐSTU LØTU

Mansdysturin var dramatiskari, enn kvinnudysturin. Tað gekk javnt á fyrstu 10 minuttirnar, men so dró StÍF frá. Tað var fyrst og fremst verjan hjá VÍF, sum ikki kláraði at halda tørv móti ungu og kviku strandingunum. Tá bólturin so heldur ikki vildi inn í hinum endanum, dragnaði VÍF heili sjey mál afturút stutt fyri steðgin. Við trimum málum á rað kláraði Filip Jojic kortini at minka um munin til hálvleiksstøðuna 17-13 til StÍF.

StÍF legði hart út í seinna hálvleiki og økti aftur um munin við sjey málum. Tá fýra kinuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan 20-13 og tey flestu mundu halda, at nú var dysturin avgjørdur. Vónin birtist tó aftur, tá VÍF hálaði seg upp á 20-17. Nú kom veruligur spenningur í høllini á Skála. StÍF var tó á odda 25-21, tá bara 10 minuttir vóru eftir, og teir VÍF-viðhaldsmenninir, sum vóru mest sperdir, máttu út í tún at fáa sær ein royk.

IMG_3898

Ingi Olsen, venjari hjá VÍF-monnunum

Strandingar hingu í eitt bil afturat. Støðan gjørdist 25-22 og 26-22. Men so fór vestmannamaskinan ígongd. Allir fóru út at verja og so at siga øll skotini fóru inn í hinum endanum. Seinastu átta minuttirnar fingu vestmenningar fimm mál og StÍF einki.

Ingi Olsen, venjari, heldur, at dysturin móti StÍF var ikki øðrvísi, enn ein kundi rokna við.

“Stórt sæð øll okkara verja er skift út og tískil skulu aðrir taka yvir. Í 1. hálvleiki var stóri munurin á liðunum, at vit lótu heili 17 mál inn. Verjan sigldi og tað var alt ov lætt hjá StÍF at fáa mál. Vit fáa 13 mál, men trý av teimum komu beint áðrenn hálvleik, og hetta gav okkum okkum eina lítla vón um, at um vit tóku okkum saman í seinna hálvleiki, so kundu vit væl fáa teir aftur.

“Seinni hálvleikur er væl betur hjá okkum, men vit megna ikki at koma tættari StÍF enn hesi fýra málini. Vit gera framhaldandi mistøk, sum gera, at teir megna at halda okkum aftanfyri. Ikki fyrr enn allarseinastu løtuni av dystinum koma vit eitt sindur tættari uppá og StÍF fær tann so vælkenda gummiarmin. Teir gera lættar feilir, sum vit megna at revsa og so er knappliga javnleikur. Tað sá út til hesa løtuna, at StÍF ikki hevði tað so gott við heldur meira aggressivu verjuni hjá VÍF. Vit leggja okkum framum við einum máli, og tað er einastu fer vit eru framanfyri.

Áki Egilsnes

Áki Egilsnes skeyt 8 mál fyri VÍF

“Seinastu minuttirnir er ein nervadystur fyri bæði liðini. Vit hava álop, tá eini 45 sekund eru eftir, men vit gera ov skjótt av, so StÍF fær eitt álop afturat. Hetta gav strandingum ein góðan skotmøguleika, sum tíbetur fyri okkum endaði við, at Niklas tók.

“Samanum tikið kann sigast, at dysturin prógvaði, at okkara størsta avbjóðing er verjuparturin. Menn mugu allir sum ein taka størri part í verjuni, ella fáa liðini alt ov nógv mál og eisini alt ov løtt mál. Álopið koyrir nøkulunda gott, men alt ov nógvir bóltar enda í málinum og gera, at vit ikki fáa so nógv kontra. Tað sum var sera positivt í dystinum var, at vit ongantíð góvu upp. Vit høvdu fleiri ferðir orsøk til at geva upp, men har vóru fleiri, sum vístu rættan hugburð og fingu allar við sær, so at vit endaðu við at vera omaná. Samanlagt ein sera góður sigur,” sigur Ingi Olsen.

Næsti dystur hjá monnunum verður móti Team Klaksvík í Klaksvík leygardagin 26. september klokkan 18.00.

StÍF-VÍF 26-27. Niklas Simonsen, Sjúrður Olsen 1, Julian Olsen 2, Áki Egilsnes 8, Andreas Eriksen 2, Niklas Simonsen, Danny Brandt 3, Nunnu Lars Olsen 1, Hanus Christoffersen, Filip Jojic 10 og Jón Müller.