Neyðug ávaring – VÍF tapti Lionsbikari

VÍF-menninir fingu eina álvarsama ávaring í stórsteypadystinum í kvøld móti Neistanum um Lionsbikarið. Støðan gjørdist 32-26 til Neistan. VÍF var framman fyri við einum málið í steðginum og sum heild gekk javnt á allan dystin. Stundum var VÍF framman fyri við tveimum-trimum málum og stundir var Neistin omaná við sama málmuni.

Tá 22 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki dró Neistin frá og VÍF kom ongan tíð rættiliga aftur inn í dystin.

Munurin á liðunum var, at Neistin hevði eina betri verju. Nýggi bretski málverjin hjá Neistanum stóð eisini sera væl. Verjan hjá VÍF riggaði viðhvørt, men har skal meira til í landskappingini móti teimum sterku liðunum.

Álopsspælið hjá VÍF var stundum soleiðis, sum vit kenna tað við kvikum spæli, skjótálopum og neyvum skotum. Men eisini í álopinum er okkurt arbeiði eftir at gera, áðrenn menninir eru klárir at fara undir landskappingina. Serliga seinna part av seinna hálvleiki gekk heilt galið í álopinum. Okkara bestu menn skutu blint í verjuna ella við síðuna av, og tolið var eisini alt ov lítið.

Høllin á Hálsi var full av áskoðarum, men har var eingin dámur av, at talan var um ein avgerandi dyst. Eingi róp og eingir litir. Tað tóktist ikki sum nakað stóð upp á spæl, men at talan mest sum bara var um ein venjingardyst.

Tillukku til Neistan við steypinum. Fyri VÍF var hetta ein góð ávaring at fáa, so leikarar og venjari kunnu finna út av, hvussu leikur skal spælast í landskappingini.

Kvinnurnar hjá Neistanum vunnu eisini sín dyst, sum var móti Kyndli.