Liðini í Vestmanna eru av álvara byrja at venja aftur. Børnini, 77 í tali, hava verið til hondbóltskapping í Dronninglund í summar, so steðgurin hjá teimum hevur ikki verið langur. Børnini byrjaðu næstseinasta leygardag við afturvendandi tiltakinum, VÍF-CUP, har tey blanda árgangirnar 10,12 og 14 saman, og spæla ímóti hvørjum øðrum. Eini 15 lið vóru í kappingini.
Mennirnir og kvinnurnar hava spælt onkrar venjingardystir. Í venjingardysti móti H71 tapti mansliðið hjá VÍF við tveimum málum. Móti Neistanum vann VÍF tepurt við einum máli og móti StÍF vann VÍF við einum fýra málum.
Mansliðið er ikki heilt tað sama, sum í fjør. Heini Hanusarson er ikki við longur og Sámal og Agnar eru heldur ikki við. Mads Eriksen er farin av landinum og Teis Rasmussen er farin til Neistan at spæla.
Ingi Olsen, venjari, sigur, at onkrir ungir og óroyndar leikarar eru á liðinum, men teir hava gjørt tað gott. Ingi heldur, at stóra avbjóðingin verður at finna aðrar loysnir at verja uppá, nú Heini, Agnar og Sámal ikki eru við.
-Men vit ganga ímóti einum sera spennandi kappingarárið, har ungu, men nokk so royndu leikararnir, skulu gerast menn, sigur Ingi Olsen.
Kvinnurnar hava styrkt seg við einum nýggjum bakkspælara úr Hoyvík. Hon eitur Marianna Holm Jacobsen. Eisini hava tær fingið Kristinu Griksaite í mál, tí Vivian breyt beinið undir einum venjingardysti. Durita C Jojic, sum bara spældi ein part av seinasta kappingarári, er byrjað at venja aftur aftaná barnsburð.
Venjarin hjá VÍF-kvinnunum er Geir Wardum.
Nøkur av føstu tiltøkunum í heyst og vetur:
Fríggjadagin 16 oktober verður Night Cup.
Sunnudagin 8. november verður eydnuhjól í høllini.
Leygarkvøldið 28. novembur verður stóra almenna jólaborðhaldið.
Jan Nielsen hevur tikið myndirnar