Genturnar hjá VÍF fingu góð úrslit í fyrstu dystunum á Partille Cup

partille cup 2013Í hesum døgum luttaka 16 hondbóltsgentur hjá VÍF við tveimum liðum í aldrinum 13 og 14 ár á Partille-Cup í Gøteborg. Fyrstu dystirnir eru leiktir í dag, úrslitini vóru á góðari leið og stemningurin er tískil góður.

Tær eldru gentirnar spældu fyrst ímóti einum liði úr Frankaríki, har tær vunnu greitt 16-9. Síðani spældu tær ein spennandi dyst móti einum Svenskum liði, sum tær at enda taptu tepurt 11-12.

Tær yngru genturnar spældu ímóti liðum frá danmark og Svøríki. Hóast tær taptu báðar dystirnar við nøkrum málum, var tað ein uppliving fyri gentirnar.

Umframt vestmanna-genturnar luttaka ein stórur hópur frá H71 og Føroyska U19 landsliði, so íalt eru útvið 500 føroyingar savnaðir í Gøteborg. U19 landsliði, har ið 4 VÍF-arar eru við, hevur higartil klára seg rættiliga væl í kappingini, so spennandi verður at síggja hvussu langt teir koma.

Partille Cup er við luttøku av omanfyri 1.100 liðum og 20.000 luttakandi úr 41 londum, heimsins stórsta hondbóltskapping fyri ungdóm. Hvussu stór kappingin er upplivdu genturnar, tá ið kappingin bleiv sett inni í Scandinavium, har áleið 13.000 luttakarar, sóu eitt mega show við dansi, tónleiki og innmarch har eitt lið umboði hvørt landi.

 Partille Cup 2013

Gentur 13/14

 

OLYMPUS DIGITAL CAMERA