Samstarvið við Tjaldur steðgar

Felagið vil hervið boða fra at samstarvið sum VÍF hevur haft við Tjaldur heldur uppat. Seinasta kappingarár slóðu VÍF og Tjaldur kvinnuliðini saman. hetta var gjørt fyri at styrkja um leikaratilfeingið, tí sum var, so vóru útlitini ring fyri at røkka hartil sum tað er stuttligt at spæla. Royndin eydnaðist og var VÍF/Tjaldur ein hóttan hjá øllum liðunum.

Nú fyrireikingar til komandi kappingarár eru gjørdar, so hevur Tjaldur valt at trekkja seg úr samstarvinum. Vit úr VÌF harmast um hetta, men skilja eisini støðuna sum Tjaldur er í.

VÍF vil takka Tjaldur fyri tað góða samstarvið sum var og feløgini hava prógva, at tað ber til har viljin er tilstaðar.

VÍF