Jan Ottosen settur sum venjari hjá Sunsett liðinum

VÍF hevur gjørt sáttmála við Jan Ottosen til komandi kappingarár. Jan verður høvðusvenjari hjá Sunsett liðinum og kemur eisini at venja nøkur ungdómslið. Farna kappingarár stóð Jan við endan hjá liðinum sísta triðingin og úrslitini vóru avbera góð. Hevði liðið haft marginalanar við sær, so var VÍF annað liðið í finaluni. Kommandi kappingarár sær avbera gott út fyri kvinnunar, Durita Christoffersen verður at síggja í gul/bláu troyggjuni og Agnas Olsen er komin aftur eftir barnburð.

Sæð í ljósinum hvat liðið megnaði seinasta kappingarár, so eru vóninar til edlari metall góðar fyri komandi kappingarár.

VÍF