HSF hevur gjørt av at satsa uppá henda árgang nettupp fyri at geva hesum aldursbólki hóskandi avbjóðingar og nakað at gleða seg til, og European Open í Partille er ein uppløgd kapping at royna seg í. Um ikki einstaklinga-ítrótti, tá er tað í numeriskt minni ítrótti, Føroyar kunnu gera seg galdandi við tíðini, við miðvísum og ambitiøsum ætlanum, sum aftur krevja tol.
Vestmningarnir sum eru úttiknir til U19 landsligið eru Hanus Christophersen, John Rúnason Nielsen, Julian Olsen, Áki Egilsnes og Niklas Simonsen.
Teir úttiknu fara úr Føroyum hósdagin 27. juni við beinari leið til Sport Academy Viborg, har venjingarlega verður, áðrenn leiðin gongur til Gøteborg um Frederikshavn.
Høvuðsvenjari hjá ungdómslandsliðnum er Kári Nielsen; við sær hevur hann Birgir Hansen og Boga Henriksen sum málmansvenjara og hjálpari er Jákup Durhuus. Tað er ikki nøkur hvønndagssuppa av mótstøðuliðum, Føroyar skulu berjast ímóti. Vit tosa Danmark, Finnland, Slovenia, Sveis og Estland. Estland er reytað næstniðast í okkara bólki, og er hesin dystur samtíðis fyrsti dystur hjá føroyingum, og verður spældur mánadagin 1. juli kl. 12 í Lisebergshallen.
Koyr á Føroyar.