Kunning frá aðalfundinum hjá VÍF

Væl av fólki var savna til aðalfundin hjá VÍF í gjárkvøldi og hetta fegnast felagið um. Formaðurin Áki Olsen bjóaði væl komin og legði hann fram ársfrágreiðing og ársrokniskap av farna kappingarárið innan økini hjá VÍF.
Aðalfundurin góðkendi ársrokniskapin og so var fari til nevndarval av teimum ymisku nevndinum. Fyrst var tað Starvsnevndin sum hevði sum ynski, at økja um starvsnevndarlimirnar og hetta tók aðalfundurin undir við. So nú er Starvsnevndin hjá felagnum manna við 7 limum og teir eru:

Áki Olsen Formaður
Háldan Haldansen Næst formaður
Bárður Poulsen Skrivar
Jórun Olsen Kassameistari
Jan Haldansen Nevndarlimur
Frígerð Egilsnes Nevndarlimur
Angelie Jógvansdóttir Poulsen Nevndarlimur
Bjørg Patursson Eykalimur
Anja Haldansen Eykalimur

Hinar nevndirnar hjá felagnum eru Kappróðrarnevndin, Badmintonnevndin og Bátastevnunevndin. Tær eru framyvir mannaðar soleiðis:

Kappróðrarnevndin er fylgjandi:
Finnur Johannessen Formaður
Rakul Nielsen Kassameistari
Fróði Skúvadal Nevndarlimur
Fríða Djurhuus Nevndarlimur
Tórstein Brattaberg Petersen Eykalimur

Badmintonnevndin er fylgjandi:
Britta Joensen Formaður
Hjørleif Olsen Nevndarlimur
Áki Siggertson Nielsen Nevndarlimur

Bátastevnunevndin er fylgjandi:
Bárður Nielsen Formaður
Eyðun Leo Nevndarlimur
Jan Haldansen Nevndarlimur
Jónfinn Egilsnes Eykalimur

Eftir nevndarvalið, var ymiskt á skránni. Jan Haldansen greiddi frá um hvussu tað framyvir kemur at verða við Limagjaldinum hjá felagnum. Felagið kemur at gera brúk av nýggju skipani hjá ÍSF sum eitur ASKUR, men henda skipan verður bert fyri aktivar limir og teir hvílandi limirnir koma framyvir framvegis at koyra eftir somu skipan sum fyrr. Spurningar um ymisk viðurskiftir hjá felagnum, so sum AA liðið, Sunset-liðið, VÍF/Tjaldur samstarvið, ungdómin og Bátastevnuna vóru settir og nevndin greiddi frá á bestan hátt.
Ein ógvuliga siðiligur og góður fundur, sum starvsnevndin takkar fyri og vóna vit at framtíðin er bjørt fyri felagið.

VÍF

Starvsnevndinspurnartekin