Seinasta vikuskifti var FM í badminton fyri einstaklingar í ungdóms deildunum leikt á Giljanesi. Leikararnir hjá VÍF tryggjaðu sær trý heiðursmerki – øll í U-17 deildini. Sólfríð Hjørleifsdóttir vann gull hjá gentunum, meðan Svanna Poulsen vann silvur. Hjá dreingjunum vann Bartal Poulsen gull. Sólfríð kundi leikt í U15 aldursbólkinum og Bartal í U-13, men yngstu tey heldur at taka ímóti avbjóðingini at kappast við tey eldru, og sigur hetta ikki so lítið um teirra styrki og áræði. Við FM- sigrinum í U-17 tryggjaði Sólfríð sær luttøku á badminton skúla í Slovenia í summar, men av tí, at Bartal er ov ungur, verður tað leikari nr. 2 hjá dreingjunum, ið sleppur at luttaka í ár.
FM í tvímansleiki hjá teimum ungu verður leikt í Klaksvík komandi leygardag. Tey vaksnu spæla um FM-heitið partvís sunnudagin tann 25. mars og partvís um hálvan apríl mánað. Allir okkara eldru ungdóms leikarar luttaka eisini í kappingini hjá teimum vaksnu.