Heðin Winther Olsen
Mikudagin komu boðini, at Heðin W. Olsen ikki longur er millum okkum. Heðin gjørdist einans 67 ára gamal. Boðini komu dáttliga, tí ikki hevði hann ligið sjúkur, og kortini kanska ikki so dáttliga.
Hansara lívsneisti var ikki longur eins bjartur. Løgið hevði verið, um hetta var annarleiðis.
Hann dugdi tó framvegis væl at síggja og njóta lívsins ljósu boðberar, men hann visti, at hann hevði verið á tindunum. Tað tíðarskeiðið var runnið.
Í sínum lívsfríska vári var hann eitt navn, tú beit merki í. Ein persónur, tú legði til merkis. Ein persónur tú ikki lætt gloymdi. Ein persónur, tú gjørdist góður við.
Heðin var sjáldsama góður við sína heimbygd. Alt, ið her rørdist og nørdist, vildi hann fjálga um.
Hann var sera virkin innan ítróttin – hondbólt, rógving, start- og høvuðsdómari hjá RSF.
Hansara nógvu góðu dygdir, gjørdu, at hann næstan var sjálvskrivaður leiðari.
Hann kom tí eisini í eitt longri tíðarskeið at virka sum formaður í VÍF, og skeivt hevði verið, um man ikki eisini viðmerkti, at her røkti hann ikki ein, men nógvar leiklutir. Nógv fleiri enn tað, sum í dag er vanligt.
Nógv av stóru avrikunum í felagnum hava verið, meðan Heðin var formaður og virkin íðkari. Fáur vestmenningur hevur lagt eins nógva sál og orku í at fáa VÍF at vera eitt felag, sum greitt taldist millum tey fremstu í landinum innan tær ítróttagreinar, sum eyðkendu felagið – róður og hondbólt.
Ymiskt er, hvussu lívsins løðarsteinar liggja, eisini kanst tú ivast, um fleiri vóru í at velja, og hví valdi Heðin at traðka júst hesar? Ella valdi hann?
Hann valdi í øllum førum nakrar, har tey nógvu í bygdarsamfelagnum fingu gagn av hansara vitan og orku. Teim nógvu til gleði.
Heðin gav ómetaliga nógv av síni orku til VÍF. Hann kendi eisini, at hann fekk nógv aftur. Eygu hansara glógvaðu framvegis, tá prátið fall á gamlar dagar. Hann ikki bert hómaði tindarnar, teir lógu spegilsklárir, onki døkkleitt skýggj fjaldi teir. So klárir, at hugur fekst næstan til at halda á brekkuna aftur fyri at royna at røkka teimum, men – ein er tíðin at dansa.
Tíðin var komin, at best var saman við honum at taka undanbrekkuna.
Ein av seinnu minnisløtum saman við Heðin var, tá ið nýggja kappróðrarneystið varð tikið alment í nýtslu. Hann setti dám á henda dag við sera góðari talu. Seinasta av hansara mongu talum fyri og um VÍF var hildin. Ein dagur hann var fegin um.
At vóna er, at tað, hann hevur skrivað niður við síni avbera vøkru hondskrift, verður varðveitt sum ein ógvuliga týðandi varði i søgu felagsins. Ein ogn, ið ikki má farast. Tað er ongin, sum í smálutir kann ella kundi siga frá um ymiskar ítróttahendingar sum Heðin. Um hendingin var avmyndað, tá hon hendi, so fekk tú neyvan eyga á fleiri smálutir enn frá munni og keipum Heðin.Við sínum eyðkenda humori og sjónleikaraevnum gjørdi hann mangar felagsløtur ógloymandi stuttligar.
Flestu menniskju, ið eru komin nakað til árs, hava kent og upplivað fagrasta sólarris, men kanska eisini myrkastu niðu. Hesar hendingar kunnu vera við at menna, styrkja ella at týna teg.
Tað, sum áður fekk Heðin at bretta upp um armar, fekk ikki somu rúmd longur. Svárur mótburður
gjørdi, at likamið var farið at hokna.
Heðin luttók og røkti væl fleiri uppgávur í bygdini enn tær, ið komið er inn á í hesum høpi. Eisini hesar røkti hann til lítar.
Hann var eitt unikum.
Friður veri við minninum um fyrrverandi formann og heiðurslim okkara Heðin Winther Olsen.
Heðin føroyameistari 1975 í fremstu deild.