AA:VÍF – STÍF 30-25

Hondbóltskappingin er farin inn í tey spennandi endaumførini, og í kvøld (mikukvøldið 14/3) vóru tveir sera spennandi dystir á skránni í AA-deildini, ávikavist H71-Neistin í høllini í Hoyvík, og VÍF-STÍF í Høllini í Vestmanna.

Vestmenningar møttu til dystir, eina bygdamynd fátækari, nú Heðin Winther Olsen , annar av heiðurslimum felagsins – var farin um sýn. Dystirnir í Sunset- og AA-deildini byrjaðu tí við tøgn í eitt minutt, til minnis um Heðin. Og tá kvøldið var av, høvdu liðini lagt hvør síni 2 stig í protokollina hjá felagnum, felagnum sum hevði so stóran týðning fyri Heðin, og sum hann var so góður við. Tøkk fyri alt, Heðin.

Strandingar høvdu lagt longu leiðina vestur um við eini spennandi blanding av ungum og royndum leikarum. Og áðrenn vestmenningar heilt høvdu fingið turbo í skógvarnar, høvdu gestirnir lagt seg á odda bæði 4-1 og 6-2. Hettar tóktist tó ikki at órógva vertirnar stórvegis, og skamma stund seinni – eftir 13 minuttir – stóð á jøvnum 6-6. Liðini fylgdust síðan víðari, partvís við javnleikum, og partvís við vertunum veti framman fyri. Spælið var í løtum gott, og høvdu vertirnir væl gjøgnumspæld álop, sum tó í nøkrum førum vóru brend. Hugaligt var ígjøgnum fyrra hálvleik at síggja ungar leikarar sum Holgar (VÍF) og Allan (STÍF) vísa ágrýtni, skjótleika og førleika, og høvdu teir, tá fari var til hálvleiks – við støðuna 15-14- , skoti ávikavist 3 og 4 mál. Sæð við lokalumk eygum, hevði verjan heldur leingi um at koma í gongd, serstakliga í byrjanini av dystinum, men hóast hettar var kenslan góð, og vónin til seinna hálvleik í lagið.

Í hálvleikinum var fregnast eftir hálvleiksstøðuni úr Hoyvík, og tey tíðindi sum gingu vóru, at dysturin var fluttur. Fluttur, hví tað? Hettar ljóðaði tó meira sum skemt enn álvari, og so var bert at vera tolin, og bíða eftir gongdini í Hoyvík til eftir loknan dyst.

Liðini fylgdust fyrstu 13 minuttirnar av seinna hálvleiki, við vertunum einum málið undan, og gestunum rennandi aftaná. Kenslan var tó framhaldandi, at vandi ikki var á ferð – hettar mundi nokk fara at ganga. Næstu minuttirnar fekk VÍF sligið hol í, og fekk sær eina 5-máls leiðslu 24-19, sum tó skjótt var minkað niður í 2 mál, eftir at strandingar fingu 3 mál á rað. Men nærri komu strandingarnir ikki, og sigurin var stilt og róliga koyrdur heim, har VÍF-liðið seinastu nógvu minuttirnar nærmast spældi við einum U-21 liði, Eli og Agnar undantiknir.

Eisini í seinna hálvleiki sást í løtum gott og væl gjøgnumspælt álopsspæl, sæð við lokalum eygum. Hugaligt var eisini at síggja ungar leikarar hjá STÍF, leikarar sum saman við eldri leikarum kunnu føra liðið aftur har sum vit kenna teir – frammi í oddinum. Hjá okkum var hugaligt at síggja eitt væl hægri botnstøði enn vit ofta hava rent okkum í.

Tillukku við dystinum, og nú stendur so Neistin fyri tørni komandi sunnudag á Hálsi, har brúk er fyri øllum góðum kreftum, ikki minst á áskoðaraplássunum – finalan er í eygsjón, men tó skal arbeiði gerast liðugt loypandi, um røkkast skal hartil.

Nå, men nú var so at frætta hvussu gingist hevði í Hoyvík. Jú, mín sann, HSF hevði flutt dystin til næstkomandi týskvøld! Vit nærkast endanum av kappingini, og liði sum í rúma tíð hevur spælt færri dysti enn hini liðini, var nú enn meira í “eftirstøðu” hvat dystum viðvíkur. Spurningurin er so, hví H71-Neistin varð útsettur? Er talan um eina haldbara grundgeving, ella liggja aðrar orsøkir aftan fyri hesa avger? Dómaratrot og upptikin høll er ikki ein haldgóð grundgeving. Dómaratrot eigur ikki at

raka eitt lið sum er í “dystar-eftirstøðu”. Upptikin høll heldur heldur ikki, tí hettar kann skjótt gerast ein umbering runt landið, um leikarar/leiðarar eru skaddir, uttanlanda, ella á annan hátt ikki eru tøkir.

Bart út sagt, hoyrir tað onga staðni heima, at dystir verða fluttir nú kappingin um finalupláss er farin inn í sjálvan endaspurtin.

Fari at heita á HSF um at leggja eina nágreiniliga frágreiðing út á heimasíðuna hesum viðvíkjandi, eina frágreiðing sum teir sjálvir trúgva uppá, men so sanniliga eisini eina frágreiðing sum vit hondbóltsfjepparar kunnu hava álit á. Havi ein skepsis, til annað er prógva.