Sunset 14. mars VÍF-Stíf 22-19


Sunset 14. mars VÍF-Stíf 22-19

Besta kvinnuliðið hjá VÍF fekk tvey kærkomin stig í landskappingardystinum móti Stíf í Vestmanna í kvøld. Frá byrjan til enda skiftust liðini at skora mál og vera á odda. Stundum var eitt mál á muni og síðan var javnt, til hitt liðið legði seg fram um við einum máli. Verjurnar og málverjarnir hjá báðum liðum stóðu væl. Tí komu fá mál í dystinum.
Í fyrra hálveiki kom Stíf onkuntíð fram um við tveimum málum. Men í 23. minutti kom VÍF fram um 11-10. Hálvleiksstøðan var 12-13 til Stíf.
Í seinna hálvleiki gekk aftur sera javnt á. Tó var Stíf á odda við einum máli oftari enn VÍF. Men tá VÍF í 21. minutti hevði lagt seg odda 19-18 fekk Stíf bara eitt má afturat í dystinum, meðan VÍF fekk trý. Sostatt endaði dysturin við 22-19 sigri til VÍF.
Liljan Djurhuus var aftur í kvøld toppkjútti hjá VÍF við 10 málum. Tóra Seloy skoraði 6 mál. Hjá Stíf skoraði Rebekka Justinussen 8 mál, meðan Fríðrún Danielsen gjørdi 4 mál.
VÍF liggur á 5. plássi í Sunset deildini við 15 stigum. Stíf hevur 12 stig á 6. plássi. Bæði liðini hava leikt 20 dystir. Fýra dystir eru eftir at leika í hesum kappingarárinum.

Liðið hjá VÍF hevði hesa manning (skotin mál standa í klombrum): Steinbjarta Egholm, Beinta Poulsen, Tóra Seloy (6), Agnas Olsen (1), Liljan Djurhuus (10), Annika Patti, Jóhanna Gunnlaugsdóttir, Halla Durhuus, Viviann Petersen, Simona Iacob (3), Kristina í Dávastovu og Linda Davidsen (2). Á beinkinum: Kári Mortensen, Johan Poulsen og Annika Poulsen.

Liðið hjá Stíf: Barbara í Billustovu, Jóhanna S. Poulsen, Oddrún Danielsen, Fríðrún Danielsen (4), Rebekka Justinussen (8), Irena S. Dam (2), Jóhanna í Króki (1), Birna T. Johannesen (2), Birita Poulsen (1), Lilja Gregersen, Mariann L. Petersen, Lena Weihe og Ásgerð Káradóttir (1). Á beinkinum: Marian Cirloganesco og Jústines Justinussen.

Áðrenn dysturin byrjaði, var tøgn í eitt minutt fyri at minnast og vísa virðing og samkenslu fyri Heðin Winther Olsen, sum andaðist í dag, 67 ára gamal. Heðin var heiðuslimur í VÍF. Hann var virkin ítróttarmaður og nevndarlimur í VÍF í mong ár.

Sunnudagin 18. mars er næsti dystur hjá VÍF í Sunset deildini. Tá spæla tær móti Neistanum í høllini á Hálsi.