Hevur tú hug at rógva í summar?

Ert tú ein av teimum, ið altíð hevur havt hug at rógva, men ongantíð er komin í gongd? So er bara eitt at gera, og tað er at møta í Neystinum sunnudagin 20. Januar kl. 18.00, har vit fara at tosað um hvussu vit tilrættarleggja manningar og venjingar. VÍF Kappróður ætlar sær, eins og undanfarin ár, at stilla upp við so nógvum manningum, sum til ber, til kappingarárið 2013, og til hatta krevst, at so nógv sum gjørligt møta. Enn er pláss fyri nógvum manningum, bæði til barnaróður og vaksin. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga Nevndin