Aftur í ár varð stór luttøka í Intersport Night Cup. Tilsamans 45 lið við 376 børnum, í aldrinum 10-14 ár, spældu 86 hondbóltsdystir hós- og fríggjadagin í heystferiuni.
Børn og foreldur úr stórum parti av landinum hugnaðu sær óført báðar dagarnar, og seinni bæði kvøldini var hugni við tónleiki og spæli.
Eitt tílíkt tiltak er ikki gjørligt uttan nógv og góð hjálparfólk, og vilja vit hjartaliga takka øllum sum hjálptu til. Takk til tín, sum gjørdi grýturætt, kókaði skrúvur, bakaði kaku, seldi í kioskini, gjørdi kaffi, gjørdi toast, skar frukt niður, stuðlaði við vørum, lat steyp og medaljur, stuðlaði við lýsingum, dømdi, sat við dómaraborðið, vart frásøgumaður, tók myndir, tók ímóti gestum, riggaði til, ruddaði upp og vaskaði. Takk til Vestmanna Kommunu og húsavørðarnar og takk til allar luttakararnar og áskoðararnar. Vit síggjast aftur í heystferiuni 2020😊
Vinnararnir av kappingunum vóru:
Dreingir 10 – H71 2
Gentur 10 – Neistin
Dreingir 12 – Neistin
Gentur 12 – H71 2
Dreingir 14 – VÍF
Gentur 14 – H71
Steyp og medaljur vórðu latin av SPEKT og Faroe Ship, umframt at vinnandi liðini eisini fingu vinning frá Bowlinghøllini í Havn og HAPS.
Um nakar ynskir at koma við rísi og/ella rósi, eru tit vælkomin at skriva okkum nakrar reglur á teldupostadressuna vif@vif.fo . Vit vilja fegin hoyra frá fólki, so at tiltakið verður so gott sum gjørligt og at møgulig mistøk ikki verða endurtikin.
Við ítróttarkvøðu
VÍF
Intersport Night Cup 2019 takkar fyri góða kapping
