Intersport Night Cup 2021

Nýtið heystfrítíðina aktivt – vit hava karmarnar.

VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

Byrjað verður hósmorgunin 14. oktober  uml. kl. 10:00 og kappingin endar fríggjakvøldið 15. oktober. Kappast verður soleiðis: Gentur 10 byrja, síðani dreingir 10, gentur 12, dreingir 12, gentur 14 og dreingir 14. Tað vil siga at, kappingarnar fyri allar aldursbólkarnar verða avgreiddar so hvørt. Vinnandi liðini av kappingini (í hvørjum aldursbólki) fáa steyp og heiðursmerki.

Vit fylgja koronutilmælinum viðv. mati og drekka.

Tilmelding:

  • Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til vestmanna.itrottarfelag@gmail.com í seinasta lagi mánadagin 11. oktober 2021. Minnist til at upplýsa talið av leikarum og venjarum.
  • Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 200,- Við í prísinum er m.a. toast, frukt og vatn meðan kappingin er og gávuposi við ymiskum hondbóltsútbúnaði.
  • Luttøkugjaldið skal rindast, við at flyta eina upphædd fyri hvørt liðið á kontonr.
  • Leikarar og venjarar mugu sjálvi skipa fyri flutningi til og frá Vestmanna.

Minnist til at eggja leikarum tykkara at luttaka í Intersport Night Cup – Tílík tiltøk skapa vinarbond tvørturum feløg, og ikki minst skapa tey samanhald millum spælararnar á liðnum, sum er ein fyritreyt fyri góðum hondbóltsspæli og góðum úrslitum.

Við ítróttarkvøðu