Menninir hjá VÍF skulu verja fyrstaplássið í dysti móti KÍF í høllini í Vestmanna mikukvøldið. Stríðið um finaluplássini stendur ikki sum í fjør við KÍF, men úrslitið móti kollfirðingum kann vera avgerandi fyri, um vestmenningar halda fast um ta nøkulunda tryggu leiðslu, teir hava havt stóran part av kappingarárinum.
Kappingin harðnar nú og spenningurin økist, eingin ivi um tað. Bæði Kyndil og H71 eru beint í hølunum á VÍF og ráð eru ikki til at snáva ov ofta nú í endaspurtinum. Vit síggja tað, sum vit hava sæð so ofta, at tey liðini, sum av sonnum kenna, at tey hava nakað at spæla fyri, geva oddaliðinum ein skarpan gang. Teoretiskt hevur Neistin framvegis ein møguleika, og ivaleyst fara neistamenninir at royna at togast heilt til endans. Og StÍF, sum bara hevur æruna at spæla fyri nú, kann spæla rættiliga frítt og kann ein góðan dag vinna á øllum og broyta oddastøðuna.
Tað gekk ikki eftir vild hjá monnunum í seinasta dystinum, sum var móti Kyndli. Helst tola leikararnir at hoyra áskoðarar siga, at innsatsurin ikki var heilt har, sum hann átti at verið. Kyndil vildi meira. Men tá vit hugsa um, hvussu skert VÍF-liðið var í málmanspartinum, so er tað kortini undrunarvert, at VÍF kláraði at tapa við einans tveimum málum. Kyndlamálverjin mundi taka eini 15-20 skot. Bjargingarnar hjá VÍF kundu teljast á einari hond. Støðan kravdi ómetaliga nógv av verjuni í hvørjum tí einasta álopi og hetta sást aftur í niðursettari ferð í álopinum.
Tað er sjáldan, at ein góður málmaður stendur væl hvønn dyst í einum heilum kappingarári. Líka so sjáldan man tað vera, at góðir málmenn klára seg minni væl fleiri dystir á rað.
Vit bjóða kollfirðingum vælkomnum til Vestmannar mikukvøldið. Áskoðararnir vænta, at liðið gevur seg fult og heilt frá byrjan í fullari vissu um, at kollfirðingar ikki ætla sær á vøllin at gera sær fyri skommum.
Kvinnurnar møta Søljuni. Á pappírinum er hetta ein lættur dystur og vit vænta at fáa tvey stig. So eru kvinnurnar bara tvey stig frá Kyndli og einum finaluplássi. Kyndil var lætt vunnið av einum vælleikandi VÍF-liði seinasta mikukvøld, men ikki er vist, at næsti dysturin verður líka lættur. Og aðrar forðingar eru sjálvandi eisini á leiðini, tann fyrsta eftir dystin mikukvøldið verður dysturin móti VB í Vági komandi sunnudag. Gott hevði verið, at fingið nakrar harðmæltar áskoðarar við gentunum suður. At VB kann vinnast í Vági vísti Kyndil í seinna hálvfinaludystinum í steypakappingini.
VÍF-Søljan kl. 18.30
VÍF-KÍF kl. 20.00