Mikukvøldið er fyrsta royndin hjá VÍF-monnunum eftir steypafinaluna. Dysturin er móti Kyndli, sum higartil hevur verið harðasti kappingarneyti hjá vestmenningum. Sunnudagin tapti Kyndil við fýra málum móti H71, og H71 liggur nú beint í hølunum á Kyndli um at koma í finaluna.
Úrslitið av dystinum sunnudagin fer helst at leggja eitt eyka trýst á Kyndil um at vinna á VÍF mikukvøldið. Tí verður alneyðugt hjá VÍF-leikarunum at leggja alla orku í at vinna dystin, bæði fyri at halda frástøðuna og eisini fyri at halda fast við sálarligu styrkina. Nógv skal helst til, at VÍF ikki kemur í finaluna, men tað hevur stóran týdning, at VÍF fær fyrsta plássið, tá undankappingin er liðug.
Ingi Olsen, venjari, er avgjørdur undan dystinum. VÍF ætlar sær ikki at helma í: “Hóast vit vunnu steypakappingina, so er málið hjá okkum at gerast nakað betur, enn vit vóru í steypafinaluni. Har eru nøkur ting, sum kunnu gerast betur og tað ætla vit at miða eftir í vár,” sigur Ingi Olsen.
Eins og vanligt, var málmaðurin hjá Kyndli sera góður móti H71 sunnudagin. Hann tók seks av níggju brotskøstum. Tað var tað besta, sum kyndlarnir høvdu at bjóða upp á handa dystin, men júst tí kunnu teir gerast sera vandamiklir móti VÍF. Í seinasta dystinum, sum VÍF leikti móti Kyndli, kláraðu VÍF-leikararnir at fáa kyndilsmálverjan úrskiftan, men skal tað bragdi endurtakast, er neyðugt við eini neyvari ætlan. Tí verður neyðugt hjá VÍF at halda fokus og at vísa neyðuga tolið framman fyri kyndlamálinum, heldur enn at skjóta í blindum.
ÁSKOÐARARNIR PART Í SIGRINUM
VÍF-leikararnir geva VÍF-áskoðarunum ein stóran part av æruni fyri, at teir vunnu steypakappingina. Og leikararnir takka áskoðarunum: “Vit leikarar vóru sera, sera glaðir fyri áskoðararnar. VÍF-fjeppararnir gjørdu veruliga, at vit vildu geva okkum eyka fyri at vinna. Tað var serligt tann dagin at hoyra tykkum,” siga leikararnir í eini heilsan til áskoðararnar, og Ingi Olsen leggur afturat:
“Vinna vit á vøllinum og áskoðaraplássunum, so verður tað veruliga trupult at sláa okkum út. Tí hava vit brúk fyri at halda fult fokus í hálvan annan mánaða fram. Og tað haldi eg eisini, at áskoðarnir vilja og ikki bara bíða at koma til dystirnar, til vit koma longur. Vit hava brúk fyri tykkum áskoðarum mikudagin og til hvønn dyst – ja heilt til páskirnar eru farnar afturum,” sigur Ingi Olsen.
KVINNURNAR VILJA VINNA Á VØLLINUM
Eins og Ingi Olsen, leggur venjarin hjá kvinnunum, Henrik Gerster, dent á, hvussu nógv tað hjálpir, tá liðið hevur áskoðararnar við sær. Ikki minst, nú tær møta Kyndli á útivølli í einum altavgerandi dysti fyri bæði liðini, kunnu vestmannaáskoðararnir gera munin.
Henrik Gerster sigur, at kvinnurnar fara at gera alt, sum stendur í teirra makt at vinna dystin mikukvøldið. Hann dylur ikki fyri, at møguleikarnir eru fyri einum góðum úrsliti og at leikararnir eru sera uppsettar upp á at vinna.
Tað er langt síðani, VÍF-kvinnurnar hava leikt dyst, men tær hava vant nógv, bæði í álopinum og verjuni. Hóast tað akkurát ikki eydnaðist kvinnunum at koma í finaluna, er moralurin og hugurin góður á liðinum. Liðið hevur valt ikki at hugsa um tað, sum fer fram á skriviborðinum og ístaðin leggja seg eftir at vinna dystir á vøllinum.
“Vit minna okkum á, at seinastu átta dystirnar hava vit vunnið seks dystir, spælt ein javnan og tapt ein við einum máli. Tað hevur týdning at halda fram í hesum stimanum, tí vit eru framvegis í tí støðu, at vit kunnu sjálvi avgera, um vit skulu spæla í FM-finaluni aftur í ár. Vit eru samd um at geva okkum fult til tess at tað skal eydnast,” sigur Henrik Gerster.
Kvinnurnar spæla klokkan 18.30 og menninir spæla klokkan 20.00.