Nú seyðarhøvd, garnatálg, kjøtpylsa v.m. er um vegir, hevur verið heldur svikaligt við dystar-frásagnum frá AA-dystunum , so best man verða at binda um kliptan fingur, og fáa hesi viðurskiftir í rættlag aftur.
Seinasta vikan hevur boðið uppá 2 dystir hjá AA-liðnum. Mikukvøldið var Høllin á Hálsi karmur um dyst móti Kyndil. Her skuldu okkara royna at reisa seg eftir tapið fyri hoyvíkingum í Vestmanna fyri viku síðan. Túrurin til høvuðsstaðin hepnaðist væl, mennirnir fingu 2 stig við sær norð um; í einum dysti har teir so at siga allan dystin høvdu fult tamarhald á støðuni. Endaliga úrsliti gjørdist ein 22-24 sigur til VÍF, og sostatt varð lagt í ovnin til grannauppgerðina móti KÍF her í vikuskiftinum.
So var at sleppa sær úr høvuðsstaðnum, fyri at sleppa undan at verða gjøgnumgløddur av øllum hesum sjálvglaðu valplakatunum sum fylla býin fyri tíðina, og kunnu vit ikki gera annað enn at ynskja teimum øllum eitt gott val, summum betri enn øðrum sjálvandi.
_ _ _
Sunnumorgunin upprann við turrum køldum heystarveðrið. Seinnapartsskráin var løgd, og skuldi leiðin ganga oman til Kollafirðar til stórdyst millum býarfrellini haðani, og bygdafrellini fyri vestan.
Gjørdist ikki sørt spentur, tá eg fór av landsvegnum og inn um býarportrið Úti við Sjógv. Tann fyrsti tankin sum slerdi meg var, at KÍF hevði valt at geva VÍF ein skarpan gang við teirra “ljósshowi”. Hettar við at seta mynd av leikarunum til dystin á tann vakra grótgarðin omanvert kirkjuna. Men tá komi var nærri at sást, at talan um valplakatir av altráandi valevnum. Einasta sum manglaði á myndini var harpiks at “krøkja” veljaran við.
Rómurin í høllini var har hann skuldi. Jan fekk eina gávu sum tekin um at føla seg væl afturkomnan á sín gamla heimavøll (ella kanska var tað taktikkur fyri at órógva fokuseringina – nei tvætl..).
Síðan varð bríksla til dyst. Eftir at liðini høvdu fingið eitt mál í part, fekk VÍF tey næstu 3, áðrenn KÍF fekk sítt næsta mál tá 6 minuttir vóru leiktir. Men so má av sonnum sigast, at kollfirðingar settu fast í botn. Næstu 11 minuttirnar fram til 17. minutt brúktu gestirnir til at økja munin úr 2-4 til 2-11 . Stutt kann sigast, at tað kom líka lítið burtur úr álopsspælinum hjá kollfiðringum, sum tað er komi burtur úr útstykkingar-politikkinum hjá Tórshavnar kommunu í Kollafirði seinastu mongu árini. Tað tóktist sum at KÍF ikki heilt megnaði sítt spæl eftir at VÍF setti mansverju á Hans Eli frá byrjan; gamaní skotini frá teimum kundu verið betri, og so stendur hasin Eli jú eisini fyri í heilum.
Men av royndum vita áskoðarar, at kollfiðringar – í hondbóltshøpi – eru sum steinbýturin – teir kunnu bíta frá sær langt eftir at man skuldi trúð at “alt lív” er úti. Og hesin dystur gjørdist onki undantak í so máta, tíbetur fyri spenningin. Eitt sindur av stígi kom í gestirnar, meðan vertirnir so smátt byrjaðu at “kvaklast” við. Næstu 9 minuttirnar fingu liðini 3 mál í part, umframt at tey fingu 2 x 2 minuttir í part; í báðum førum við Andrias Nielsen og Filip sum høvuðsleikarar. Má tó viðganga, at seinna hendingin í væl størri mun tóktist sum eitt reytt kort til Andrias og sjúkrahjálp til Filip – men lat fara.
Fari var til hálvleiks við støðuni 9-15 til VÍF. Sostatt hevði KÍF vunni seinastu 13 min. 7-4.
Seinni hálvleikur byrjaði eins og allir seinnu hálvleikir byrja ímillum hesi lið – KÍF byrjaði sum eitt óløgi, og minkaðu um munin til 13-15 uppá bert 4 minuttir, áðrenn VÍF fekk svarað aftur. So stóð stanton eina løtu, og var støðan eftir 8 minuttir ein 14-18 leiðsla til VÍF. VÍF dróg síðan frá og legði seg á odda 15-22, áðrenn KÍF aftur minkaði um munin til 22-23 tá 21 min. vórðu leiktir. Rómurin í høllini var øðiligur, Kollfiðringar á gosi, og vestmenningar neglabítandi í tann mun vaksið var aftur síðan seinasta dyst í Havn. Og sum vituligt er, vóru nógvir potentiellir limir til dómarafelagið, tá so tætt leikar á, tó mest sum “(hv)ýlandi” limir.
Tað bleiv við “lige ved og næsten” hjá kollfiðringum á hesum sinnið. Meir enn at glepsa eftir Vestmenningum bleiv tað ikki til, og vestmenningar kundu fegnast yvir, aftur at hava fingið takið á KÍF eftir ein 24-26 sigur í Kollafirði.
Bæði í dystinum mikukvøldið móti Kyndil, og í gjár ímóti KÍF sóu vit Junker hava eina hepna hond við í spælinum – gott at hann vendi “heimaftur”, eftir eitt lítið “flirt” í Kollafirði. Godt gået Junker!
Fari at takka báðum liðum og áskoðarum fyri eina fantastiska løtu í høllini, sjálvandi við rætta liði og liti sum vinnara… . Sá í “3-2” í kvøld, at Hallur leggur favorit-heiti á hesi bæði lið (kanska eisini fyri at skána H71). Jú leikaratilfari hjá hesum liðum er til staðar, men kappingin í ár er helst javnari og meira spennandi enn leingi sæð, og hondbóltsfjepparar hava tí nógvar spennandi løtur í hallunum fyri framman, nú tíðin til at dagarnir fara at leingjast, ikki liggur meira enn 38 dagar forút.
Tað er nokk ein sannroynd, at ongin útstykking hevur verið í Kollafirði síðan kollfiðringar byrjaðu at vinna á vestmenningum í hondbólti. Nú tap aftur gjørdist veruleiki, er tað kanska tekin í sól og mána um, at útstykking kanska er á veg í økinum aftur – livst, so spyrst.
VÍF fjepparar kunnu fegnast yvir ein GGD (góður gulur dagur), nú bæði AA, Sunset og 1 deild gjørdu bart – og tað enntá á útivølli.