VÍF-H71 26-30


Veðurguðarnir hava seinastu dagarnar víst seg frá teirri bestu síðuni, alt meðan Obama og Mitt í sínum lag stríðast, partvís við ódnina Sandy, umframt stríðast um at fáa atgongd til Hvítu Húsini, og harvið atgongd til tað vald, sum hesin postur nú einafer gevur.
Vit føroyingar stríðast – hvør í sínum lag – við tað sum árstíðin nú einafer hevur at bjóða uppá. Seyður við og uttan høvd er fingin til hóldar, tað verið seg í teimum plássum hann skal ganga komandi árið, ella í boks ella hjalli, har krovini so smátt byrja at fáa tann vælsmakkandi grønlitta dámin. Haran stríðist fyri at yvirliva, meðan svartfuglurin antin er farin foldum frá, ella enn stríðist fyri at uppliva komandi várið í rókunum.
So her er alt sum tað eigur at verða.
Og soleiðis var eisini í Høllini ídag. Væl av áskoðarum vóru møttir til dyst, og rómurin var – eins og vit hava uppliva tað í hesum kappingrárinum – har hann eigur at verða, og enntá eina tonn betur. Røsku Leyvurnar høvdu gjørt sítt, væl stuðlaðar serlig av tí yngra ættarliðnum. Og sum nakað heilt nýtt, sóu vit ídag tann nýggja Maskottin sjónligan runt í Høllini. Fantastist – og tøkk eiga Leyvur – og fyriskiparar annars – fyri tiltaki.
Dysturin var ikki minnið spennandi at eygleiða. Liðini løgdu út við einum relativt høgum tempo, har serliga útiliði ikki smæddist burtur fyrstu minuttirnar, har teir løgdu seg á odda, og hildu oddastøðuna 3-2 til 8 min vóru leiktir. So kom heimaliðið uppá javnleik, og legði seg framum, og hevði munin restina av hálvleikinum, við H71 hangandi aftaná. Seinastu 4 minuttirnar fekk VÍF lagt “sjógv” ímillum, og fór til hálvleiks við eini 4 máls leiðslu 15-11. Filip hevði víst stórspæl í hesum hálvleiki, og skoraði ikki færri enn 8 av málunum.
Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri; gestirnir løgdu bragdligari fyri, og fingu minkað málmunin niður í 2 mál, árenn heimaliði fekk svara aftur. Men eftir 14 minuttum varð støðan vend frá eini 15-11 leiðslu til VÍF til eina 19-18 leiðslu til H71. Av teimumk 8 málunum hjá H71, hevði Bogdan skorað tey 6 málini. Men mótsatt hoyvíkingum, sum valdu at mansverja Filip allan seinna hálvleik, vísti VÍF gestablídni á ófatiligum støði, við framhaldandi at lata Bogdan sleppa inn mót verjuni, trekkja til høgru fyri síða at seta bóltin í neti “efter behag”. Ístaðin fyri at seta eina mansverju á Bogdan, valdi bonkurin hjá VÍF at “mansverja” dómarar og dómaraborð, og tað hevur til dato ikki hepnast nøkrum venjara, hvørki í hond- ella fótbólti (Alex Fergusson undantikin…). Spælið hjá hoyvíkingum var nú merkt av ágrýtni og vilja, alt meðan heimaliði í periodum gjørdu eina røð av feilum, og annars høvdu trupult við – partvís at hald aBogdan – umframt at fáa tamarhald á álopspartinum.
Dysturin endaði við at hoyvíkingar fóru suður um Hórisgøtu við tí teir komu eftir, nevniliga 2 stigum, eins og Kommuna teirra á sinnið kom og innlimaði kollfiðringar í kommununa, ikki av umsorgan fyri kollfiðringum, men við tí í huga, at fáa fatur á Havnalagnum inni í Firði.
Áskoðarar hjá feløgunum báðum kunnu so hvør í sínum lag skifta orð um, hví Hoyvíkingar vunnu, ella hví Vestmenningar taptu. Tað er tó ein sannroynd, at hoyvíkingar vunnu dystin, og høvdu teir sigurin uppibornan, soleiðis sum dysturin “út- ella innviklaði seg”. So kunnu VÍF fjepparnir skifta orð um hvat, hvør, hví og hvussu.
Men okkurt “smátt” er altíð ímillum, tá flett verðu; tað forðar tó ikki fyri at næsta krovið kann hylnast. Og tað skal upp at hanga mikuvøldið komandi, tá bæði kvinnur og menn leikað móti Kyndil. Tá ræður um at halda fokus á hvat gjørt verður, og gerast skal inni á vøllinum. Vit gleða okkum.