VÍF takkar øllum sum gjørdu tiltakið veruligt

VÍF vil hervið takka øllum sum gjørdu tiltakið fyri U10. U12 & U14 hjá gentum og dreingjum til veruleika. Hetta var ein roynd, at gera nakað nýtt og útlit fyri at gera hetta tiltak afturvendandi, eru so avgjørt til staðar. Tað er stuttligt at síggja 300 børn leika hondbólt í næstan eitt heilt samdøgur. Hetta tiltak skaptið nýggj vinarbond og einki er so stuttligt sum at síggja børn hugna sær í álvara og gaman. Finalurnar við DJ, ljós og roykshowi riggaðu avbera væl og somuleiðis var hetta nakað heilt nýtt hjá børnunum í føroyskum hondbóltið.

Stóra tøkk til tykkum øll
Myndir av degnum koma fyrsta dagin inn á heimasíðuna

VÍF