Eftir at Jan Ottosen valdi at takkað fyri seg í VÍF, so hevur felagið leita eftir nýggjum høvðusvenjara. Henrik Gerster játtaði at venja kvinnurnar inntil nýggjur venjari bleiv funnin og tað vil felagið takka honum so hjartaliga fyri. Nýggja venjaratoymið verður Kári Mortensen, Svanna Hanusardóttir og Sveinbjørn Poulsen. Kári Mortensen kemur at hava høvðusábyrgdina av liðinum, men við góðari hjálp frá Svannu og Sveinbjørn, so metir felagið at toymið skuldi havt allar forútsetningar fyri at enda kappingarárið gott.
Nevndin í felagnum vil enn einaferð takkað Henrik Gerster fyri tað arbeiðið hann hevur gjørt fyri kvinnurnar, og somuleiðis ynskja vit nýggja venjaratoyminum góða eydnu framyvir.
VÍF