KVINNURNAR SKULU STAÐFESTA SEG

Í tí fjórða dystinum í landskappingini skulu VÍF-kvinnurnar í dag staðfesta sínar dygdir móti Neistan. Dysturin verður í høllini á Hálsi í dag klokkan 16.00. VÍF vann stórsigar í teimum báðum fyrstu dystunum, 31-18 móti StÍF og 34-24 móti Kyndli. Men so snávaði liðið móti H71.

H71-kvinnurnar vóru sera uppsettar og skotini hjá VÍF vóru alt ov óneyv í byrjanini og H71 lá tí oman á stóran part av dystinum. Tá so Durita Jojic koygdi fótin lá ábyrgdin á hinum at heinta munin innaftur. Tað mundi eydnast, men úrslitið gjørdist 29-27 til H71.

Í dag skulu kvinnurnar royna at reisa seg aftur móti Neistanum. Durita Jojic verður við, men er kanska ikki 100 prosent klár. Neistin liggur á triðja plássi við 4 stigum fyri fýra dystir. Neistin hevur vunnið móti Stjørnuni og StÍF, men tapti við fýra málum móti H71 og við tveimum móti Kyndli í hesi vikunu. Tað tykist, sum fleiri av kvinnufeløgunum støðugt menna seg og onkur hava eisini fingið góðar, útlendskar leikarar.

Fyrsti dysturin móti Neistanum 15. oktober í fjør var á Hálsi og endaði við javnleiki, 22-22. VÍF-kvinnurnar hava verið roknaðar sum favorittar at endurvinna FM-heitið í ár, og tað er altíð ein trupul støða at vera í. Eingin ivi er um, at Neistin ætlar sær eitt gott úrslit í dag og tí eiga VÍF-kvinnurnar og vestmannaáskoðarar at vera klár til henda dystin frá byrjan.