Lat mær fortelja, at Kyndil hevði eitt sindur skert lið til dagin, og at VÍF tí – á pappírinum- hevði ein eitt sindur lættari dyst, enn um Kyndil varð við sterkastu uppstilling. Men eisini VÍF liðið hevði ávísan skerdan førleika, grundað á,at Sámal enn einafer hevði trupuleikar við rygginum, trupuleikar sum hava verið heldur “títtir” seinastu 2 árini, orsøkin tó ókend!
Well, men so kundi í ringasta føri verða vandi á fer, um okkara menn “gloymdu” at leika dystin, tí at hann varð “vunnin” uppá forhond. Men hví hesin “pill-býtti” óttin? Var orsøk til tað? Hyggjandi at teirra seinastu dystum, sæst inni á úrslitatænastuni hjá HSf, at okkara “bert” hava tapt 1 dyst síðan miðan december í fjør. Jamen er so ikki talan um eitt lið, sum í størri og størri mun byrjar at vísa stabilitet, ein stabilitet sum – áðrenn einum varnast – kann geva atgongd til sjálva finaluna í apríl? Dysturin í dag kundi geva 2 stig á leiðini.
Fyrstu minuttirnir góvu eina ábending um, at Kyndil kanska fekk ein strævnan dag. Eftir at teir løgdu seg á odda 1-0, gekk tó skjótt aftur á hond, og eftir 5 minuttum, vóru teir afturút 1-5. Sama gongdin vísti seg næsta korterið, so støðan eftir 20 minuttir var 3-9. Meðan Kyndil brendi (Eli bjargaði ella skot á stengur ella uttan fyri), fekk VÍF í størri mun mál uppá sínar royndir, tó at effektiviteturin ikki var optimalur. Tá fari var til hálvleiks, hev ði VÍF lagt seg á odda 5-14, og onki bendi á at nakar sum helst annar spenningur kundi verða í dystinum, annar enn, um Kyndil kundi fáa størri hepni í málroyndunum ella ikki.
Okkara venjarar høvðu í hálvleikinum á orðið tann mentala vandan sum kundi uppstanda í seinna hálvleiki, um menn ikki fóru á vøllin við røttum hugburði, dysturin var hóast alt ikki meira enn hálvleiktur.
Seinni hálvleikur byrjaði við eini 3-3, ella 1-2-3 VÍF-verju, ein verjuháttur sum leikararnir sjálvir ynsktu at avprøva. Men ólukkutíð, Kyndil hevði helst eisini haft sítt at tosað um í hálvleikinum, og gjørdu teir ikki mætari enn at taka av tí offensiva defensivinum hjá VÍF. Meðan Kyndil hevði brúkt 30 min. til at fáa 5 mál í fyrra hálvleiki, tók tað teimum 8 min. at fáa 6 má li byrjanini av seinna hálvleiki, meðan VÍF í sama tíðarskeiði einans fekk 3 mál. Við støðuna 11-17 valdi VÍF at taka TO.
Næstu 12 minuttirnar otaði Kyndil seg alt nærri og nærri, soleiðis at støðan tá bert 10 minuttir vóru eftir gjørdist 17-21. Tá 4 minuttir restaðu í, hevði Kyndil ota seg uppá 22-24, so teir gul-hjartaðu áskoðararnir kendu seg ikki heilt álvuligar við gongdina. Men seinastu 4 minuttirnar megnaðu okkara menn at toga seg uppá 23-28, og so var klárt at bókað 2 stig á stigatalvuna – 2 stig sum snøkt sagt var eitt krav, um avgerðin um finalupláss framhaldandi skuldi verða á egnum hondum.
Samanumtikið ein dystur, har fyrri hálvleikur kann førast í gerðabók felagsins, meðan seinni hálvleikur kann burturbeinast á Brennistøðini á Sandvíkarhjalla í bólkinum “vandamikið tilfar”. Ásannast má, at kollektivi dumpaði mentalu royndina í seinna hálvleiki; men com on, vit vunnu, fingu 2 stig við heim, og høvdu endiliga Sámal Jákup við aftur á liðnum, eftir at hann hevur verið burtur vegna krossband-skaða í útvið eitt ár. Væl afturíaftur komin Sámal Jákup; tú verður ein styrkur fyri kollektivi, nú fari verur inn í avgerandi dystirnar fyri at røkka einum finalu plássi. Eisini Tummas fekk seg royndan í dag, og hevði avgerandi bjarginar í endaspurtinum í dystinum. Eisini var hugaligt at síggja Holgar, sum við sínum 7 málum setti eitt gott fingramerki á dystin.
Til okkum krittikarar er at siga, at um vit vilja tað ella ei, so hevur stigatalvan hilnast okkum væl seinastu tíðina, og vit skulu kanska í størri mun hava eyguni eftir tí sum gongur væl, enn aftur og aftur hanga í viðurskiftum sum vit halda eiga at verða ørvísið. Hettar skal tó ikki forða okkum í at seta hettar ynski fram fyri leikarum og venjarum:
Gev okkum – um, og tá høvi býðst – ein dyst, har “killer-instinkti” verður drigið úr slíranum. Ger sum butlarin í 90-ára føðingardegnum – “Kill the cat” – yvir 60 minuttir.
Annars, hjartaliga tillukku við dystinum. Síggjast til heimadystin móti STÍF tann 14. marts.
Kyndil, góða eyðnu við dystinum móti H71 komandi vikuskifti. Tað er ikki oftari enn so at vestmenningar halda við tykkum, taki tí av tá høvi býðst… .