Langteinakappróður – 6000 m – í Vestmanna

Fríggjadagin 20 mai. 2011 fer ein nýggj og spennandi kapping av bakkastokki. Talan er um ein sokallaðan langteinakappróður á 6000 m. Kappingin verður skipað soleiðis, at allar bátastøddir, tó ikki barnaróður, kappast móti hvørjum øðrum, og verða tíðirnar umroknaðar, so at ein og hvør bátur hevur møguleika at vinna. Við øðrum orðum kann t.d. eitt 5-mannafar vinna á einum 10-mannafari.

Teinurin, ið rógvin verður, er 2 x 3000 m, íalt 6000 m, sí mynd.

Av tí, at teinurin er í ring, verða start- og mállinja á einum og sama staðið.

 

Sjálv kappingin

Kappróðurin verður við leysum einkult-starti, og bátarnir hava ferð á, tá fari verður um startlinjuna. T.v.s. at bátarnir liggja í startøkinum, og blíva síðani róptir framm ein fyri og annar eftir. Frá startøkinum til startlinjuna eru uml. 90 m sum verða brúktir til at vinda bátin upp í ferð.

10-mannaførini byrjað, síðani 8-mannafør osfr. Eisini  byrjað menn áðrenn kvinnur, hettar fyri at minkað um yvirhálingar. Innanfyri einstøku bátastøddirnar verður lutakast um raðfylgjuna. Bátarnir verða sendir avstað við uml. 30 sek. ímillum hvønn, sum merkir, at allir bátar eru skotnir í gongd eftir 5-10 min.

 

Bátur ið verða innheintaður av øðrum báti, skal víkja á stýriborð, so at tann yvirhálandi báturin fer um bakborð. Um báturin ikki heldur av, verða straffi-sek løgd aftrat endaligu tíðini, og ger høvuðsdómarin av, hvussu lang hendan tíðin verður.

 

Starturin verður kl. 16:00. Allir bátar skulu liggja í  tí uppmerkta startøkinum í seinasta lagið kl 15:55. Ein gulur vimpil verður heysaður á kaiini tá bátar skulu koma í startøki. Bátar sum ikki eru í startøkinum tá byrjað verður, verða revsaðir so at teir byrja aftast.

 

Í startøkinum má róðursmaðurin hava vakið eygað við tí bátinum, ið hevur eitt nummar lægri enn ein sjálvur. Tá hesin báturin so verður róptur fram, skal ein liggja stutt aftanfyri, so at raðfylgjan ikki verður brotin, eisini fyri at starturin skal ganga so smiðliga sum gjørligt.

Í so fall, at ein bátur ikki fylgir startrøðini, verður viðkomandi bátur settur at byrjað aftast ella tá hóskandi er.

 

Tá fyrsti báturin verður róptur fram, er kappingin so at siga sett í gongd. Bátarnir rógva síðani tveir umgangir eftir uppmerkta teininum, og gerst báturin við tí best umroknaðu tíðini vinnari av kappingini. Tað verður einans ein vinnari. Vinningar verða latnir til nr. 1, 2 og 3.

 

Tilmeldingin til kappingina verður seinni, og fer fram á www.vif.fo