Klokkan 18.00 í kvøld byrjar endaspurturin í fremstu mansdeildini, sum í ár eitur FTZ-deildin. Leygarkvøldsdysturin er móti H71 í Hoyvíkshøllini, og tey sum elska hondbólt og elska vestmenningar, eiga beinan vegin nú at kasta allar umberingar afturum fyri ikki at fara til dystin. Leikararnir hava brúk fyri hvørjum eintøkum áskoðara – tí gert tú mun.
VÍF hevur fýra dystir eftir og liggur í løtuni nokkso trygt framman fyri KÍF og Kyndil. Men eftir dystin í kvøld, skal VÍF fyrst leika móti Kyndli, síðani móti KÍF og seinast móti Neistanum. Allir dystirnir eru at rokna sum finalur. Gongur alt eftir vild hjá KÍF og liðið vinnur allar sínar fimm dystir, sum eftir eru, tolir VÍF kortini at tapa tveir av sínum fýra dystum. Nakað tað sama er galdandi í viðurskiftunum millum VÍF og KÍF.
Málið hjá VÍF eigur tó at vera at vinna allar dystirnar, sum eftir eru. Ein sigur í kvøld fer at gera alt so nógv lættari, men VÍF-leikararnir eiga at leggja sær í geyma, at liðið hevur tapt móti øllum liðunum, sum eftir eru, uttan móti Neistanum. Tað positiva er, at vit eisini hava vunnið á øllum liðunum, vit møta nú í endaspurtinum. Og eg loyvi mær at siga, at vit hava vunnið, tá hugburðurin hevur verið tann rætti.
VÍF-liðið hevur verið betri í ár, enn Ingi Olsen, venjari, hevði roknað við tá kappingin byrjaði. Teir ungu hava av sonnum víst, at stirðil er í teimum. At teir gomlu komu inn at hjálpa til í seinnu hálvu er jú ógvuliga vestmannaligt. Vit áskoðarar eiga at vísa virðing fyri stríðsviljanum og dugnaskapinum hjá okkara bóltsnillingum. Vit vænta, at tað verður gróthart í Hoyvíkshøllini kl. 18.00.