Nú byrjar steypakappingin

Hjá VÍF byrjar Coca Cola steypakappingin sunnudagin 17. januar. Nøkur av hinum liðunum spældu týskvøldið og nøkur spæla leygardagin. VÍF hevur fingið rímuliga gott lutakast og heppin hava vit eisini verið á tann hátt, at av tilsamans seks innleiðandi dystum í bólkaspælinum, hevur VÍF fingið fýra heimadystir, tveir hjá kvinnunum og tveir hjá monnunum.

Kvinnurnar eru í bólki saman við Kyndli, H71 og VB. Fyrsti dysturin er í Vestmanna sunnudagin móti kvinnunum hjá H71. Dysturin byrjar longu klokkan 13.30. Næsti dysturin er í Vestmanna 24. januar móti VB. Og triði dysturin er móti Kyndli í Havn sunnudagin 31. januar.

Vit hugsa okkum, at VÍF-kvinnurnar royna at vinna allar dystirnar í bólkaspælinum. Vit rokna við, at Neistin í hinum bólkinum gerst vinnari, og verður VÍF nummar eitt í sínum bólki, sleppa okkara kvinnur undan at møta Neistanum í semifinaluni. Gongur tann kabalin upp, møtir VÍF antin Stjørnuni ella StÍF í semifinaluni – bara trý lið eru í tí bólkinum.

Menninir eru í bólki saman við KÍF, Neistanum og Team Klaksvík. Møguleiki skuldi verið fyri at rokkið í øllum førum einum 2. plássi í hesum bólkinum. Í hinum bólkinum eru H71 1, H71 2, Kyndil og StÍF.

Fyrsti dysturin hjá monnunum er nú sunnudagin í Vestmanna móti Team Klaksvík. Dysturin byrjar klokkan 16.00. Næsti dysturin verður móti Neistanum mikukvøldið 20. januar klokkan 20.00. Triði dysturin er ein fríggjakvøldsdystur í Kollafirði móti KÍF. Dysturin verður 29. januar klokkan 20.00.

ALT ER OPIÐ Í LANDSKAPPINGINI

Enn er alt opið í landskappingini. Formurin hjá monnunum hevur verið í framgongd síðani fallið í ódnardystinum móti KÍF. Seinastu fimm dystirnar hevur VÍF fingið 8 av 10 møguligum stigum, og tá vit hugsa um, hvussu jøvn fleiri av liðunum eru, kunnu vit ikki annað enn vera nøgd. Tað ræður bara um at vinna tað mesta, sum er eftir av landskappingini.

IMG_4508

Eftir dystin móti KÍF vunnu vit fyrst ein javnleik móti Neistan, eftir at hava verið aftan fyri við sjey málum. So stórur átti munurin sjálvandi ongantíð at verið, men tað var eitt bragd at vinna taptu málini innaftur til ein javnleik – og tað var um reppið, at VÍF vann.

Móti StíF á Skála vann VÍF 27-23, hóast bara fýra vestmannaáskoðarar vóru til tann dystin í jólameldrinum. VÍF var langt frammanfyri stóran part av dystinum, men StÍF fekk pyntað eitt sindur upp á úrslitið seinastu 15 minuttirnar.

So var Team Klaksvík á skránni, har fyrri hálvleikur var merktur av alt ov nógvum tekniskum feilum. Hetta var 3. januar, og kanska sótu bæði jól og nýggjár í beinunum, men tað skuldi so verið líka fyri bæði liðini. Móti endanum tóku vestmenningar seg rættiliga saman og runnu klaksvíkingar niður. Endaliga úrslitið gjørdist 34-25.

Besti dysturin í kappingini higartil var móti H71 í Vestmanna. H71 var nakað skert, men vit eiga at minnast til, at VÍF-liðið eisini hevur verið skert partar av árinum, bæði millum stengurnar og í álopinum. Tað var serliga í verjuni, at VÍF vann dystin móti H71. Vóru skotini í hinum endanum bara eitt sindur neyvari, kundi sigurin verið eini tvey mál størri. Í øllum førum vísti dysturin, at tað saktans ber til at vinna á H71. Sigurin er tí góður at hava bæði í skjáttuni og millum oyruni, um tað lagar seg soleiðis, at VÍF spælir seg í finaluna.

Seinasta dystin móti Kyndli átti VÍF at vunnið. VÍF var sjey mál frammanfyri seint í fyrra hálvleiki, men hóast hetta, mundu vit mist á stokkinum. Úrslitið gjørdist javnleikur 24-24. Góða leiðslan í fyrra hálvleiki var helst nakað lættvunnin og helst vóru kyndlaleikararnir als ikki klárir. Niðurtúrurin byrjaði longu seint í fyrra hálvleiki eftir nakrar útskiftingar á VÍF-liðnum, og tí áttu menn at verið klárari til seinna hálvleik, enn teir vóru. Leikararnir læra helst eitt sindur fyri hvønn dyst, men nú steypakappingin fer í gongd, eru ikki so góð ráð at tapa. Her mugu leikararnir vera hundrað prosent klárir til hvønn dyst.

KVINNURNAR HAVA KJANSIN

Í landskappingini hava VÍF-kvinnurnar í seinastu fimm dystunum fingið 7 stig av 10 møguligum stigum. Tað er góðkent. Ósigurin á Neistan í Vestmanna var tó í so stórur og tað var eitt vónbrot, mest fyri kvinnurnar sjálvar, bara at fáa javnleik móti Stjørnuni. Forføllini hava kostað nógv og tað mundu vera fá, sum góvu VÍF nakra vón eftir spælið móti Team Klaksvík, hvørki í eini møguligari FM-finalu ella í steypakappingini.

IMG_4495

Frøðin var stór eftir sigurin á Kyndli

Men móti Kyndli seinasta sunnudag reistu kvinnurnar seg aftur. Tær, sum eru eftir á liðinum, taka av álvara ábyrgd, og ikki minst var tað hugaligt at síggja ungu Brynju Rógvadóttir ferð eftir ferð fara beint á málið, um tað so var í spælið ella við brotskasti. Gamaní fekk hon onkuntíð rímiliga gott pláss, meðan kyndlaverjan savnaði seg um hinar, sum plaga at gera um seg, men at fáa 13 mál av 13 royndum man vera sera sjáldsamt, bæði í føroyskum og altjóða hondbólti.

Vit skrivaðu fyri viku síðani, at hóast VÍF bara hevði fingið javnt móti Team Klaksvík, so áttu vit at lata tær vita, at tær høvdu kjansin móti Kyndli. Og tær tóku kjansin. Vit siga tað sama nú steypakappingin byrjar: Vit geva tykkum kjansin. Taki hann og brúki hann til fulnar.

Vit, sum vóru til steypafinalurnar í vár, minnast hvussu stuttligt og spennandi tað var. Aftur í ár mugu vit royna at prógva, at tá Jákup Weihe fortelur føroyskum børnum í barnaútvarpinum, at vestmenningar bara hugsa um hondbólt, so passar tað, í øllum førum partvíst.

Men skal tað vera stuttligt at vera í finaluni, so mugu vit áskoðarar hjálpa leikarunum at koma í finaluna. Fyrstu hjálpina kunnu vit veita leikarunum nú sunnudagin. Góðan dyst !