VÍF trý ungdómslið í finaluni higartil

Leygardagurin var dagurin, har ungdómsliðini skuldu leika dystir um at koma í finaluna tann 14. februar. Fyribils leiktu trý VÍF-lið seg í finaluna. Nøkur av teimum eldru liðunum hava ikki spælt enn.

Gentur 14

Eitt av liðunum, sum spældu seg í finaluna, var G14. Undankappingin var í Vági og liðini vóru býtt í 2 bólkar. Í bólki 1 vóru VÍF, Kyndil og EB og í bólki 2 vóru H71a, Neistin og VB. Spælt var eina ferð 20 min. Fyrsti dystur var ímóti EB. VÍF var á odda allan dystin og vann ein tepran sigur 10-9. Næsti dystur var ímóti einum uppsettum Kyndlaliði. Kyndil legði hart út og var á odda 4-1. VÍF kempaði væl og við eini sera góðari verju og góðum málmanni, kom VÍF inn aftur í dystin og javnaði við einum góðum langskotið í seinasta sekundi til 6-6. Av tí at Kyndil vann 9-8 á EB, gjørdist VÍF 1’ari í bólkinum við betri málúrtøku.

G14

Gentur 14

Í bólki 2 bleiv Neistin 1’ari og H71 2’ari. Dysturin um finaluplássið gjørdist sostatt ímóti H71a. VÍF genturnar vóru klárar frá fyrsta bríksli og løgdu seg á odda beinanveg við trimum málum. Í endanum gjørdist dysturin í so rokmikil við útvísingum til bæði liðini, men allíkavæl hevði VÍF tamarhald á støðuni og vann við einum málið, 15-14. Kyndil vann dystin ímóti Neistanum, so tað verða VÍF og Kyndil sum fara at spæla finaludystin hjá G14 í høllini á Hálsi 14. februar.

Gentur 12

VÍF hevði tvey G12 lið í endaligu kappingini og tað má sigast at vera sera, sera flott. Liðini vórðu býtt í 2 bólkar. A-liðið spældi fyrst, og eftir eina trilvandi byrjan, trumlaðu tær alt og øll niður og vunnu nokk so lætt allar dystirnar. B-liðið var í bólki saman við m.a. H71, men tær fóru í holtur við uppgávuna við góðum treysti og spældu sera væl. H71 var ein ov stórur biti, men í dystinum móti Neistanum A vóru tær um reppið at spæla seg í semifinaluna. Sum vera man vóru G12a glaðar fyri at hava spælt eg í finaluna tann 14. februar. Tær rukku akkurát ikki at koma har seinasta ár, men nú sleppa tær at royna serligu og flottu umstøðurnar, sum eru til steypafinalurnar, har dystirnir vera stroymaðir til alt Føroya fólk.

G12 a og G12b

Gentur 12 a og b

Dreingir 10

Dreingir 10a eru somuleiðis komnir í steypafinaluna. Teir hava vunnið allar dystirnar. Tó vað sera nógvur spenningur í Runavík, tá finaluplássið skuldi tryggjast! Hálvfinalan varð móti H71b, og eftir 2×10 min varð støðan 5-5. Men tá umdysturin var leiktur, hevði VÍF vunnið 10-6. Tá fingu dreingirnir góðu verjuna at rigga aftur og álopið koyrdi eisini nógv betur. Nú venja dreingirnir miðvíst og hart fyri at fáa eitt gott úrslit í finaluni móti H71a.

Í landskappingini eru dreingir 10a í harðari kapping við serliga við H71a. Tó eru onnur góð lið, men kappingin er mest millum VÍF og H71. Teir hava spælt tveir dystir móti hvørjum øðrum. VÍF vann tann fyrsta dystin 13-11, men seinna dystin tapti VÍF 4-11. Móti hinum liðunum hava dreingirnir vunnið allar dystirnar.