Nýggjur spælari til Atlantic Airways liðið hjá VÍF


VÍF hevur gjørt avtalu við Filip Jojic, um at spæla við Atlantic Airways liðnum hjá VÍF kappingarárið 2012/2013.

Fillip spældi seinasta kappingarár við Team Klaksvík, har hann spældi sera væl. Fillip var sera sjónligur spælari seinasta kappingarár, og bleiv eisini valdur til ársins spælara á gallaveitsluni eftir kappingina

Vit í VÍF eru sera fegin um, at hava fingið avtalu við Filip, og ynskja honum vælkomnan til Vestmanna. Umframt at spæla við fremsta liðnum, skal Filip eisini hjálpa til at venja ungdómsliðini hjá VÍF

VÍF hevur sum málsetning, at koma í Steypa- og FM finalurnar, og er avtalan við Filip Jojic eitt stig á leiðini at røkka hesum málsetningi.

VÍF