ODDALIÐIÐ VÍF MØTIR KÍF

VÍF-Kyndil 21-21 (9-12)

Við javnleikinum móti Kyndli sunnudagin staðfestu VÍF-menninir, at fremstaplássið ikki verður tikið frá VÍF í undankappingini. VÍF er og verður nummar eitt og avgerð, hvar og hvussu finaludystirnir verða spældir.

VÍF-menninir vóru ikki nóg klárir at møta einum seta uppsettum Kyndlaliði, sum helst skuldi vinna, fyri at varðveita møguleikan at koma í finaluna. Tað sást frá byrjan, at Kyndil hevði nógv meira at spæla fyri. VÍF skuldi hava tvey stig – kanska bara eitt – í teimum trimum dystunum, sum eftir vóru til tess at varðveita fyrstaplássið og viljin var ikki nóg sterkur at staðfesta avgerandi fyrstaplássið fyrr enn í seinastu minuttunum.

VÍF-Kyndil4

Hugburðurin er eitt sindur vandamikil. Er hugburðurin tann sami til dystin móti KÍF mikukvøldið 1. apríl, verður tað tyngri hjá leikarunum at sannføra seg sjálvar og áskoðararnar um, at FM-heitið í ár hoyrir heima í Vestmanna. Sjálvandi kann eingin krevja av leikarum, sum hava ligið á odda nærum alt kappingarárið, at teir skulu vinna hvønn dyst nú móti endanum við 5-10 málum. Men eingin ivi er um, at tað besta bæði fyri liðið og fyri áskoðararnar er at gera sítt ítarsta. Tann hugburðurin sást ikki frá dystarbyrjan sunnudagin, og áskoðararnir vórðu ikki nøgdir fyrr enn heilt móti endanum.

Rós skulu teir leikarar kortini eiga, sum móti endanum fóru 110 prosent í verjupartin og vístu, at tað bar til at steðga Kyndli í at fáa fleiri mál. Vit fingu neyðuga javnleikin, sum gav oddasessin.

Skuldi eitt uppihald koma, so var tað sunnudagin. Í dystinum móti kollfirðingum má formurin uppeftir við kós móti finaludystunum, har leikararnir helst skulu toppa. H71 fekk ein rættiliga hvøkk sunnudagin móti KÍF og VÍF er tí vónandi fyrireikað at møta einum KÍF-liði, sum vil bjarga einum parti av síni æru. Eg havi bara eini ráð: Vinnið KÍF í verjuni, og vísi, at tit hava nakað at spæla fyri. Prógvið at tit vilja vinna finaluna!

VÍF-Kyndil5

KVINNURNAR VÓNBROTNAR

Ein epilogur verður nokk skrivaður um okkara kæra kvinnulið, tá kappingin er liðug. Tær hava verið offur fyri kærum og dystarflytingum, og tá er ringt miðvíst at halda sigurskósina, sum annars var snórabein. Størsta vónbrotið fyri kvinnurnar var at hoyra neistaliðið viðganga, at viljin at vinna á Kyndli í seinasta dystinum millum liðini ikki var so stórur, sum viljin hjá Kyndli var at vinna á Neistanum. VÍF-kvinnurnar hildu – og helst av røttum – at Neistin skyldaði VÍF at vinna dystin móti Kyndli eftir skriviborðsavgerðina fyrr í kappingarárinum. Eftir mikukvøldstapið hjá VÍF fyri VB, var Neistatapið fyri Kyndli svanasongurin hjá vestmannagentunum. Kanska VAR Kyndil tað betra liðið henda dystin – og kanska fer Kyndil at liggja oman á í finaluni tá saman um kemur. Livst so spyrst.

Dystirnir mikukvøldið:

Søljan-VÍF kl. 18.30

KÍF-VÍF kl. 20.00