Steypadystur móti Neistanum mikukvøldið

Fyrsti steypadystur hjá VÍF-monnunum í Coca-Cola kappingini verður mikukvøldið 14. jan. kl. 20.00. Dysturin verður í høllini í Vestmanna og er móti Neistanum. VÍF og Neistin eru í bólki saman við KÍF og H71 2.  KÍF og H71 2 leiktu fyrsta dystin í Kollafirði í kvøld, týskvøldið 13. jan. Úrslitið gjørdist 27-24 til KÍF.

Vestmenningar hava fingið harða mótstøðu frá Neistanum í seinastu dystunum, men leggjast skal afturat, at neistaleikararnir høvdu alt ov lætt við at spæla seg gjøgnum VÍF-verjuna. Vónandi verður tann parturin betri í dystinum mikukvøldið.

Kvinnurnar spæla eisini steypadyst mikukvøldið. Dysturin er móti Stjørnuni og byrjar kl. 18.30.

VÍF-Neistin

Mynd á forsíðuni: Álvur Haraldsen