Nógv hava kosið VÍF sum favoritt í steypafinaluni móti Neistanum. Um tað heldur, fáa vit sjálvandi ikki at vita fyrr enn dysturin er spældur. Men kanska er tað gagnligt hjá VÍF-leikarunum at gloyma alt um favotittstøðuna og heldur síggja dystin sum eina uppgerð móti einum Neistaliði, har støðan frá fyrsta bríksli er 0-0 og har sigurin kann fara báðar vegir. At VÍF hevur tað betra liðið er møguligt, men í hesari finaluni snýr tað seg meira um at koma á vøllin við nøsini fremst. Tað gjørdu leikararnir ikki í seinasta dystinum í FM-kappingini móti Neistanum. Tá komu teir bakkandi á vøllin og taptu so ruddiliga. Tað vísti, at tú vinnur ongan dyst, um afturparturin vendir frameftir, so tað fer neyvan at endurtaka seg í steypafinaluni.
Síðani 1985 hevur VÍF verið í 12 steypafinalum. Seks ferðir hevur VÍF vunnið. Tvær ferðir í hesum tíðarskeiðinum hevur VÍF spælt móti Neistanum í steypafinaluni. Fyrru ferð var í 1993, tá VÍF vann 22-18. Seinnu ferð var í 1994, tá Neistin vann 25-24.
Seinast VÍF vann steypafinaluna var í 1999, tá vestmenningar sigraðu 24-23 á StÍF. Eftir tað var VÍF fýra ferðir í finaluni, øll árini móti StÍF. StÍF var vorðið steypalið burturav og vann allar fýra finalurnar.
Menninir hjá Neistanum hava góð hagtøl at vísa á í steypakappingini seinastu árini. Teir vunnu steypafinaluna fýra ár rað frá 2009 til 2012. Men í fjør komu teir ikki í finaluna og KÍF vann steypið í dysti móti H71.
VÍF hevur spælt tríggjar dystir móti Neistanum í landskappingini í ár. Fyrsta dystin vann VÍF 32-16, næsta dystin vann VÍF 30-21, men triðja dystin vann Neistin 35-28. Hesin seinasti dysturin er kanska gloymdur, men eigur kortini at vera tikin fram aftur til áminningar um, hvussu tað gongst, tá ein dystur er vunnin í høvdinum fleiri dagar áðrenn dysturin er leiktur.
Tað vóna vit ikki hendir aftur í finaludystinum í morgin. Er hugburðurin tann rætti, kenna allir síni pláss og sínar uppgávur, halda allir avtalurnar, er verjan har sum hon skal vera og ikki minst, geva leikararnir sær neyðugu stundirnar at skjóta, so hava leikararnir gjørt sítt til at hála steypið til Vestmannar. Í innleiðandi dystinum í steypakappingini móti Neistanum var hugburðurin tann rætti, og hóast Mikkjal stóð sín lívs dyst í málinum tann dagin, so vann VÍF 24-20.
Eingin ivi er um, at vestmenningar mugu stríðast fyri hvørjum bólti. FM-vónin hjá Neistanum er fokin og hetta er teirra møguleiki at vinna nakað í ár. Tí verður alneyðugt at allir sum ein á VÍF-liðnum eru uppsettir og geva seg hasi 110 prosentini í 60 minuttir. Tá lova vit áskoðarar, at vit skulu geva okkum 115 prosent – allan dystin á tamb.
Vit ynskja okkara leikarum eina góða finalu. Og vit ynskja okkara viðhaldsfólkum ein festligan dag við upphiting og andlitsmáling á Café Natúr undan dystinum.