Ingi Olsen: Góðkent avrik móti H71

Eingin ivi er um, at H71 hevði meira brúk fyri einum sigri, enn VÍF í landskappingardystinum í Vestmanna sunnudagin. H71 hevði meira at stríðast fyri. Skal liðið í finaluna, mugu dystir vinnast móti onkrum av toppliðunum. Ein av hesum møguleikum var sunnudagin, og heilt ómøguligt skuldi tað ikki verið hjá hoyvíkingum. Mangan hava teir gott tak á vestmenningum. Eisini vistu hoyvíkingar, at hóast VÍF liggur á odda, so kann liðið vera sárbært ein ringan dag.

Vestmenningar hugsa mest um finaludystin leygardagin og tí var tað kanska ikki so lætt at seta seg upp til ein landskappingardyst, sum er klíptur innímillum eina hálvfinalu og finalu. Serliga óheppið kundi tað gerast, um menn fingu skaða og vórðu darvaðir til finaluna.

VÍF-H71v

VÍF byrjaði væl og legði seg á odda 3-0. H71 kom kortini fyri seg og royndi at halda seg inni í dystinum. Og hóast VÍF var á odda allan dystin, var munurin onkuntíð bara eitt og tvey mál.

Serliga fram móti miðjan seinna hálvleik gjørdi H71 eitt gott hál og kom upp á 16-15 og 17-16. Men so loysnaði hjá VÍF, sum eftir átta minuttum reyk avstað upp á 22-16.

“Vit høvdu nøkulunda tamarhald á dystinum, men ikki heilt. Vit gjørdu onkrar skiftingar, og so koyrdi tað aftur. Júst sum teir vóru við at fáa fatur á okkum í øðrum hálvleiki, gjørdu teir nakrar feilir og so var leyst og liðugt,” sigur Ingi Olsen, venjari. Hann heldur, at møguliga hugsaðu onkrir leikarar í so nógv um finaludystin leygardagin. Men Ingi Olsen heldur, at avrikið móti H71 hóast alt var góðkent.

Endaliga støðan gjørdist 25-19. Filip Jojic skeyt 8 mál, Agnar Joensen, Sjúrður Olsen og Andrias Eriksen skutu 3 mál hvør og Áki Egilsnes, Mads Eriksen, Hanus Christophersen og Sjúrður Nielsen skutu hvør síni 2 mál.

Mynd: Jens Kr. Vang

Støðan í Atlantic