Nøgdar VÍF-kvinnur vunnu við 11 málum

VÍF-kvinnurnar reistu seg í dag eftir stóra vónbrotið í hálvfinaluni hóskvøldið. Stjørnan var komin til Vestmannar, og hóast klaksvíkskvinnur liggja næstniðast, bar ikki til at undirmeta tær. Men hjá vestmannakvinnum var eingin ivi um, hvagar sigurin skuldi fara. VÍF spældi ein rættiliga góðan fyrra hálvleik og var á odda 20-8 í steðginum. Seinni hálvleikur var javnari og eitt sindur tyngri at koma ígjøgnum, men samanlagt vann VÍF 31-20.

Henrik Gerster, venjari, er rættiliga væl nøgdur við dystin. “Genturnar spældu ein góðan dyst og høvdu rist vónbrotið frá hóskvøldinum av sær. Í seinna hálvleiki megnaðu vit tíverri ikki rættiliga at halda sama stima. Vit skiftu nógv út, og tær, sum vanliga sita longri á beinkinum, enn aðrar, fingu spælitíð. Samstundis kom málverjin hjá Stjørnuni rættiliga fyri seg. Men samanlagt er alt liðið sera vælnøgt og fyrireikar seg at hitta Kyndil í Havn um 17 dagar,” sigur Henrik Gerster.

Hjá VÍF skeyt Liljan Djurhuus 10 mál, Agnas Olsen skeyt 8, Adina Ghidoarce og Daniella Joensen skutu 4 mál hvør, Tóra Seloy 3 og Beinta Sveinbjørnsdóttir 2.

VÍF-Stjørnanb

55-56 – JAVNARI VERÐUR TAÐ IKKI

Eftir seinnu hálvfinaluni móti Neistanum hóskvøldið, sum endaði 28-28, máttu VÍF-kvinnurnar ásanna, at tað rakk akkurát ikki at koma í steypafinaluna hesu ferð. Neistin hevði vunnið fyrru fyrru hálvfinaluna í Havn 28-27. Men VÍF-kvinnurnar góvu okkum ein sera spennandi, javnan og undirhaldandi dyst. Samanlagda úrslitið 55-56 vísir, at javnari fær tað ikki verið. Tíverri bar tað ikki á mál í ár. Soleiðis er ítróttur – gleði og vónbrot. Eftir stendur, at kvinnurnar eru sera nógv framfarnar síðan kappingarárið byrjaði, og vilja tær halda fram, bíðar ein onnur finala um ikki so langa tíð. Tær stríddust í hálvfinaluni, og tað vóru VÍF-viðhaldsfólk sera nøgd við.

Myndir: Jens Kr. Vang