U10 gentur og dreingir í steypafinaluni

Steypafinalurnar hjá teimum ungu liðunum verða leiktar í Havn komandi sunnudag 8. februar. Tvey VÍF-lið komu í finaluna, U10 genturnar og U10 dreingirnir.

Gentur 10 ár skulu spæla móti Neistanum í finaluni. Í innleiðandi dystunum vunnu genturnar allar dystirnar og endaðu fremst saman við Neistanum. Í landskappingini liggur VÍF nummar 2 og Neistin nummar 1. Genturnar hava vunnið allar dystirnar í landskappingini uttan teir móti Neistanum, sum tær hava tapt við einum og tveimum málum.

U10 gentur

Genturnar eru Vár Isaksen, Sólrun Skúvadal, Kamilla Enomoto, Randi Egholm, Lilja Ingdorsdóttir, Sigrid Hórará, Sara Lagos, Gunvá Nielsen, Bjørg á Líknargøtu og Ajana í Skálum.  Venjarir eru ungdómsvenjarin Michael Ericsson, Lív S. Poulsen og Elsa Egilsnes.

Hjá dreingjunum verður finaludysturin móti H71. Í steypakappingini hava VÍF-dreingirnir eins og genturnar vunnið allar dystirnar og liggja nummar 1 saman við H71. Í innleiðandi dystunum vunnu teir hini liðini við nógvum málum, men hetta H71-liðið, sum teir skulu møta í finaluni, er sera gott.

Í landskappingini hava VÍF-dreingirnir vunnið  allar dystirnar uttan tann ímóti H71, sum endaði við javnleiki.  Dreingirnir eru Sasha, Jógvan, Rói, Mattias, Tróndur, Eyðbjørn, Óla Jákup, Filip og Páll. Venjarir eru Michael Ericsson og Sveinbjørn Poulsen.

U10 dreingir