Hetta var okkara dagur

Norski sangarin Åke Aleksanderson syngur ein sang, sum eitur “Det er min dag i dag.” Og so leggur hann afturat í einari reglu: “Herregud for en herlig dag.” Mikukvøldið móti Kyndli var okkara dagur. Dagurin var gulur so tað stóð eftir í. Og tað hoyrdist eisini og ivaleyst er tað langt síðani, at tað hevur runga so væl í høllini í Vestmanna. Vit lovaðu, at góðu leikararnir seg 110 prosent, so skuldu áskoðararnir geva seg 115 prosent. Báðir partar hildu orð. Úrslitið av hesum gjørdist trivaligi sigurin 32-23.

Kyndil byrjaði betur. Tað gekk illa hjá vestmenningum at stilla kanónina fyrstu 10 minuttirnar og í hinum endanum fekk David Edvardsen í so nógv spæl. Men VÍF-leikararnir vóru sinniligir. Tað loysnaði so líðandi og spakuliga ótu teir seg inn á Kyndil. Tá ringast vildi til, skifti Ingi Olsen, venjari, Tóka Seloy inni fyri Niklas Simonsen í málinum. Tað vísti seg at gera mun beinan vegin og sum frá leið gjørdi tað so stóran mun, at Tóki gjørdist hetjan í dystinum. Hetta var ikki dagurin hjá Niklasi, og tað hendir fyri sjálvt tann besta. Hinvegin gjørdist tað ein væluntur dagur hjá Tóka. Hálvleikurin var tó javnur heilt til seinasta bríksl, 15-14 til VÍF.

Tóki2

VÍF átti allan seinna hálvleikur. Haldi ikki eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi, at hetta er besti hálvleikur eg havi sæð VÍF spælt í fleiri ár. Ikki minst, tá vit hugsa um, at kyndilsleikararnir vóru sera uppsettir og komu til Vestmannar fyri at fáa sær annað finaluplássið. VÍF-leikararnir gjørdu sera fáa villur henda seinna hálvleikin, verjan stóð tøtt og sendingarnar og málini fóru, har tey skuldu.

Dysturin var í veruleikanum avgjørdur fyrstu 13 minuttirnar í seinna hálvleiki. Frá 15-15 fór VÍF upp á 21-15. Sigurin var sementeraður við 5-tumma seymi næstu fimm minuttirnar, og áðrenn fólk fingu vent sær, var støðan 25-16. Kyndlaleikararnir vóru sum lammløstaðir og fullkomuliga tiknir á bóli og fingu bara trý mál fyrstu 22 minuttirnar í seinna hálvleiki. Seinastu løtuna sungu áskoðararnar liðið inn í tað herliga kvøldið.

Ingi Olsen hevur arbeitt við at fáa leikararnar at halda avtalur. Í hesum dystinum valdi venjarin at taka eitt sindur av ferðini í mótálopunum og spæla tað tryggja, soleiðis at stundir vóru at leika avtalaðu systemini. Tað helt, og so væl og virðiliga eisini. Sjáldan hava vit sæð so nógv væl gjøgnumleikt álop, har einki var tilvild.

Aftaná ein slíkan dyst er freistandi at geva karakter. Men hjá einum amatøri er skjótt at sára onkran. Lættari er at siga, at allir, sum fingu spælitíð, skoraðu 5 og 6 stig í eini talvu frá 1-6.

Og uttan at fornerma nakran, sprongdu tveir stigatalvuna og komu upp á 6,5. Tóki Seloy fyri sítt málmansavrik og Mads Eriksen fyri sín ótrúliga stríðsvilja.

Í kvøld eru tað kvinnurnar. Hava tær sama stríðsvilja, sum menninir, kunnu vit vænta nógv. Men har skulu nógvir áskoðarar til. Vónandi hoyrast VÍF-viðhaldsfólkini líka væl í høllini í kvøld, sum í gjárkvøldið.

Myndir: Jens Kr. Vang, Tóri Nielsen og Helgi Jacobsen

VÍF-Kyndil3