Vestmenningar klárir at taka móti havnaliðunum

Sjáldan, at so stórur spenningur er mitt í viku. Finalur so at siga hvønn dag. Mikukvøldið klokkan 20.00 kemur mansliðið hjá Kyndli til Vestmannar at leika seinna hálvfinaludystin og hóskvøldið klokkan 19.30 er seinni hálvfinaludysturin millum kvinnurnar hjá VÍF og Neistanum.

Mansliðini hjá VÍF og Kyndli leiktu eina sera spennandi hálvfinalu leygardagin. Sum eittari í bólkinum hevði VÍF valt at spæla útidystin fyrst. Væl av vestmenningum høvdu leitað sær í høllina á Hálsi og hvøllu rópini dundu óført, serliga í fyrra hálvleiki.

Tað gekk sum eftir ánni teir fyrstu 30 minuttirnar. VÍF var á odda við fleiri málum so at siga allan fyrra hálvleik, hóast VÍF-leikarar fyrstu løtuna gjørdu nakrar tekniskar feilir áður enn nervarnir vórðu ristir úr høvdinum.

Seinni hálvleikur byrjaði somuleiðis væl, men Kyndil gav ongantíð skarvin yvir. Teir vistu, at tað nyttaði lítið at fara til Vestmannar við einum seksmálstapi í skjáttuni. Kyndil reisti seg spakuliga og tá VÍF-leikararnir dovnaðu og mistu neyvleikan í skotunum og tamarhaldið í verjuni, eydnaðist tað Kyndli at koma upp á javnt til endaliga úrslitið 23-23.

Útgangsstøðið til dystin mikukvøldið er fínt. Javnleikurin í Havn merkir, at VÍF-leikararnir vita, at neyðugt verður at geva seg 110 prosent. Tað kann gerast hart, men tað verður helst neyðugt. Tað týdningarmesta verður, at leikararnir geva sær stundir og halda høvdið kalt, tá teir skjóta. Ov nógvir bóltar vóru í so skundisliga avgreiddir leygardagin og endaðu antin á málmanninum, stongini ella uttanfyri. Ein góðan málmann kanst tú kanska ikki taka av bólið hvørja ferð, men so leysir, sum menn viðhvørt vóru, áttu nøkur skot afturat at farið inn í dystinum í Havn.

Áskoðararnir vænta, at leikararnir stríðast til seinasta bólt. Aftur fyri fáa leikararnir fullan stuðul frá sínum trúgvu VÍF-viðhaldsfólkum.

Neistin VÍF - Kopi

KVINNURNAR VÍSTU SANNAN STRÍÐSVILJA

Kvinnuliðið hjá VÍF hevur verið skert í seinastuni. Áskoðararnir vistu, at missurin av Duritu Jojic og nú eisini Daniellu Joensen, sum fekk reytt kort seinasta innleiðandi steypadystin móti Kyndli, fór at merkjast í hálvfinaluni móti Neistanum sunnudagin. Bara fá vistu undan dystinum, at spæliloyvið hjá rumensku Adina Ghidoarce var komið upp á pláss fimm minuttir í afturlatingartíð fríggjadagin.

Byrjanin var trilvandi. Har vóru nervar og feilir og áðrenn vit vistu av, var Neistin á odda 7-0. Vit sóu eitt sorl fyri okkum. Lítið og einki riggaði hjá VÍF, men Neistin gjørdi akkurát sum hann vildi, vardi væl og setti eitt skot inn fyri og annað eftir.

VÍF-kvinnurnar vóru tolnar. Í næstan øllum dystum kemur ein vend. Viðhvørt skulu bara tvey skot inn og ein góð bjarging. So er sjálvsálitið har, og tá kemur nógv annað av sær sjálvum. Nervarnir duttu av ørmunum og Liljan, Adina, Agnas og allar hinar bitu tenninar saman og vístu enn eina ferð, at einki er avgjørt fyrr enn síðsta bríksl.

Kvinnurnar hjá VÍF vunnu steypafinaluna í 2002 móti Stjørnuni 22-18. Tá skrivaðu Oyggjatíðindi, at VÍF við Manuelu Stan á odda vísti, hvussu stóran týdning viljin hevur. Sjálvt tá klaksvíkskvinnur vóru seks móti fýra, megnaðu tær ikki at skala tær úr Vestmanna. Tann viljan vístu vestmannakvinnur í fyrra dystinum móti Neistanum og tann viljan vænta vit, at kvinnurnar eisini fara at vísa hóskvøldið í seinnu hálvfinaluni. Har er eitt mál á muni, 28-27, og við lutfalsliga nógvum útimálum liggur VÍF sera væl fyri, um talar gerst um ein tættan dyst.

Daniella Joensen verður við aftur í dystinum hóskvøldið og Adina Ghidoarce vísti við sínum sjey málum, at hon kann gerast gull verd fyri VÍF. Neistin fullvardi hana í seinna hálvleiki, men tað gjørdu so hinar sær dælt av. Ivaleyst hevur Henrik Gerster bæði plan B og C, um óvantaðar støður taka seg um. Geva kvinnurnar seg 110 prosent eins og menninir, fara áskoðararnir heilt víst at geva seg 120 prosent.

Góðan dyst, bæði kvinnur og menn. Fyrst eru tað menninir kl. 20.00 mikukvøldið. Leygardagin koyrdu vestmenningar til Havnar at stuðla liðnum. Nú koyra vestmenningar í Havn norður at stuðla bygdarliðnum. Hann boðar frá góðum veðrið.

Myndir: Breddamynd: Sigmar Mørkøre