Fyrru hálvfinalurnar í Coca Cola steypakappingini verða leygardagin og sunnudagin. Tær seinnu verða leiktar mikudagin og hósdagin.
Menninir hjá VÍF spæla móti Kyndli leygardagin klokkan 18.30. Kvinnurnar hjá VÍF spæla móti Neistan sunnudagin klokkan 17.30.
Bæði liðini hjá VÍF gjørdust eittarar í innleiðandi bólkaspælinum. Tað bar í sær, at liðini spæla móti tveyarunum í hinum bólkunum. VÍF hevði rætt at velja, um liðini skuldu spæla útidystirnar ella heimadystirnar fyrst. Í báðum førum valdi VÍF at spæla útidystirnar fyrst.
Menninir hjá VÍF spæla seinnu hálvfinaluna í Vestmanna mikukvøldið klokkan 20.00. Kvinnurnar hjá VÍF spæla seinnu hálvfinaluna í Vestmanna hóskvøldið klokkan 19.30.
MENNINIR BASTU KÍF
Menninir hjá VÍF spældu seg fram til fyrsta plássið í bólkinum í dysti móti KÍF í Vestmanna seinasta mikukvøld. Móti KÍF kann alt henda og KÍF hevur meira enn eina ferð spælt vestmenningum eitt puss í steypakappingum. VÍF gjørdist eittari við javnleiki ella sigri. Vann KÍF við sjey málum, komu vestmenningar kortini víðari, men vunnu kollfirðingar við meira enn sjey málum, kundi VÍF rokna við at standa eftir sum svartiper.
Og tað stóð á í fyrra hálvleiki. Filip Jojic varð mansvardur frá byrjan og kollfirðingar løgdu nógv fyri og vóru á odda 11-8 eftir loknan fyrra hálvleik. Gekk tað á somu leið restina av dystinum, kundu bæði fyrsta og annaðplássið hjá VÍF vera í vanda.
Tað vendi í øðrum hálvleiki. Vestmenningar høvdu verið stak óhepnir í fyrra hálvleiki, skotini fóru á stongina ella beint uttanfyri og ikki minst stóð Kristofer Karlsson ómetaliga væl í KÍF málinum. VÍF tetti verjuna betur og tá Niklas Simonsen so líðandi var vorðin nóg heitur, var tað hansara túrur at lyfta hendurnar upp í gleðisrúsi.
Fá mál komu í seinna hálvleiki. Vestmenningar ótu seg inn á KÍF og tá 16 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, vóru vestmenningar fyrstu ferð í dystinum á odda, 14-13. Tað gekk so illa hjá kollfirðingum, at teir bara fingu tvey mál fyrstu 20 minuttirnar í seinna hálvleiki.
Støðan gjørdist 20-16 og átta minuttir vóru eftir. Tey flestu í høllini hildu nokk, at nú var dysturin avgjørdur. Men kollfirðingarnir komu afturíaftur. Viðhvørt haldi eg, at Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, tekur nakrar djarvar, bráðræsnar avgerðir. Men eg tori ikki at siga, at hann er ov vágin, tí við hansara longu hondbóltsfortíð, munnu slíkar avgerðir byggja á eina íborna kenslu um hvat er rætt at gera.
Venjari skifti stóran part av VÍF-liðnum út, eisini málmannin og eitt, tvey trý, so var støðan 21-21. Hálvfinalan var ikki í vanda, men fyrstaplássið og eitt keðiligt tap lá og lúrdi. Fýra minuttir vóru eftir, inn aftur komu nakrir, ið høvdu sitið á beinkinum eina løtu og so loysnaði, tá ein minuttur var eftir. Filip Jojic sendi fyrst ein bólt upp í tríkantin og lítla løtu seinni langaði Heini Hanusarson bóltin í netið til 23-21. Kollfirðingar pyntaðu um endaliga úrslitið til 23-22 og pulsurin dalaði so spakuliga aftur niður á tey 60 sløgini.
Vit gleða okkum til hálvfinalurnar. Og brúk verður fyri øll vestmenningum, eisini til dystirnar í Havn. Hjá kvinnunum er tíverri framvegis ivi um Adina Ghidoarca til fyrra dystin, tí uppihaldsloyvið er framvegis ikki avgreitt.