Menninir hjá VÍF taptu leygarkvøldið móti KÍF og kvinnurnar vunnu sunnudagin móti VB. Tað er sostatt ótætt millum góðar gular dagar í Vestmanna, men vit kunnu fegnast um sigurin í Vági, tí tann dysturin hevði størri týdning, hyggja vit at stigatalvunum.
Menninir taptu fyri einum sera uppsettum KÍF-liðið. Kollfirðingar viðgingu sjálvir, at tað var málið um Nicklas Selvig, sum setti eld í teir. Teir vildu prógva, at tað bar til at vinna á einum av oddaliðunum, hóast teir høvdu mist ein av lyklaspælarunum.
Tað vistu vestmenningar. Teir vistu, at KÍF fór at seta øll segl á liðið í hesum dystinum, men tað var ivaleyst ikki líka lætt at seta VÍF-leikararnar upp, tí hjá teimum var forteknið øvut. Tað vísti seg eisini tíverri at vera soleiðis, at tað liðið, sum hevði størri vilja at vinna dystin, vann. Og tað skal eingin ivi vera um, at tað betra liðið fór avstað við teimum tveimum stigunum.
Verjan hjá VÍF skuldi verið styrkt henda dystin, hildu vit, við bæði Sámal Joensen og Heina Hanusarson í miðverjuni, men umframt vantandi viljan at vinna sum heild, so sveik verjan. At so málverjin hevði ein rættiligan off-dag gjørdi ikki støðuna betri.
Álopið hjá VÍF var gott partar av dystinum. Serliga í byrjanini riggaði tað mesta og tey flestu álopini endaðu við máli ella í onkrum førum við skotroynd, har málverjin hjá KÍF bjargaði. Vestmenningar lógu fyrstu 20 minuttirnar framman fyri við einum og tveimum málum, men tað eydnaðist ikki at sleppa leysir av grammu kollfirðingunum.
Tá so KÍF javnaði og kom framum seint í fyrra hálvleiki, virkaði tað, sum stimurin fór úr VÍF-liðinum. Sjálvt Áki Egilsnes var ov tamur og helt seg ikki framat, sum hann plagdi. Tað kunnu vit gita kemst av, at høvdið hjá honum seinastu vikuna hevur verið fult av at skula taka avgerðina um at fara til Íslands at leika ella ikki. Afturímóti fekk Filip Jojic væl betri úrtøku, enn hann hevur fingið seinastu dystirnar. Eisini Julian Olsen stóð seg sera væl í fyrra partinum av dystinum.
Mynd: jn.fo
Í seinna hálvleiki tevjaði KÍF ein sigur. Eg haldi vit kunnu siga, at teir sóu veikleikarnar í VÍF-verjuni og málverjanum og funnu tey neyðugu holini inn í meskarnar hjá VÍF, og tað virkaði so ómetaliga lætt hjá teimum at fáa bóltin innum. Tá støðan var 22-17 vistu nokk øll, hvat klokkan hevði sligið. Móti endanum vaknaðu Áki og Filip. Áki skeyt fýra mál á rað og Filip trý, men tá var tað ov seint.
Tá alt hetta er sagt, so spældu kollfirðingar væl. Og tað gera leikarar, tá teir eru uppsettir. So skal eisini sigast, at hevði Niclas Simonsen havt ein miðal góðan dag og hevði verjan bara hjálpt eitt lítið sindur betur til, kundu bæði stigini eins væl farið til Vestmannar. Tíverri er hin málmaðurin hjá VÍF, Tóki Seloy, skaddur og ivasamt er, nær hann aftur er klárur. Magnus Matras royndi seg í málinum og tók okkurt skot.
Kanska skal eitt slíkt tap, sum hetta í Kollafirði, til fyri at fáa VÍF-leikararnar rættiliga at vakna. Men tað vera ikki ráð til at leggja rygg til fleiri slík tap, nú kappingin er meira enn hálvrunnin. So vónandi vera nakrar fínstillingar gjørdar og seinastu rustblettirnir sandblástir, til komandi dystin í Vestmanna 16. desember móti Neistanum.
Vit mugu ásanna, at stríðsviljin er ikki heilt tann sami, sum í flestu dystunum í fjør. Mads Eriksen gekk undan við hesum stríðsandandum í fjør og fekk hinar við sær – soleiðis sóu vit tað í øllum førum sum áskoðarar. Hanus Christophersen vísir nakað av tí sama í summum dystum, sum Mads hevði.
KÍF-VÍF 31-28 (15-14)
Niklas Simonsen, Magnus Matras, Julian Olsen 7, Sámal Joensen, Áki Egilsnes 6, Andrias Eriksen, Filip Jojic 10, Danny Brandt, Hanus Christophersen 3, Nunnu Lars Olsen 2, Heini Hanusarson og Rúni Joensen.
TVEY TÝÐANDI STIG Í VÁGI
VÍF-kvinnurnar vunnu ein góðan sigur og tvey týðandi stig sunnudagin móti VB. Hóast tað ikki hevur gingið væl hjá VB í ár, so vístu tær fyri stuttum, at tær saktans kunnu bíta frá sær. Og alt kann jú henda í VB-høllini, ikki minst eftir ein ferð hjá VÍF-kvinnunum suður við Smyrli í ringasta veðri.
Men VÍF-kvinnurnar vístu frá byrjan, at tær vildu vinna henda dystin – hóast Liljan Djurhuus ikki var við. Tíðliga í dystinum legði VÍF seg á odda, og liðið helt seg framman fyri restina av dystinum. Eitt skiftið í seinna hálvleiki var støðan 22-13 til VÍF. Men tá vestmannagentur høvdu skotið 23 mál, tóktist tað, sum at kvotan var uppi. Tær fingu einki mál næstu seks minuttirnar, og ístaðin hálaðu vágskvinnur seg heilt upp á 23-21. VÍF fekk eitt mál í seinasta løtuni til endaligu støðuna 24-21 og tvey kærkomin stig, sum kunnu fara at vísa seg at vera altavgerandi fyri finaluplássi.
Venjarin hjá VÍF, Geir Wardum, sigur, at VÍF-kvinnurnar arbeiddu sera hart í verjupartinum og VB fekk bara 12 mál teir fyrstu 50 minuttirnar av dystinum. Seinastu løtuna eksperimenteraði hann kanska í so nógv, men hann sigur, at sum heild var talan um eitt sera gott liðavrik við einum sera góðum málverja, Kristinu Griksaite.
Kvinnurnar skulu spæla mikukvøldið kl. 18.30 á Skála móti StÍF. StÍF vann í dag heldur óvæntað á Neistanum í Havn.
VB-VÍF 21-24 (9-12)
Kristina Griksaite, Viviann Petersen, Elin Maria Stórá, Rakul Joensen, Agnas Olsen 6, Brynja Rógvadóttir, Annika Poulsen 1, Beinta Sveinbjørnsdóttir 1, Marianna H. Jacobsen 9, Lív Ingdorsdóttir, Randi Virgarsdóttir, Daniella Joensen 2, Ronja Johannesen 4, Kathe Frederiksen 1 og Jórun Gudmundsen.