Áki Egilsnes verður í VÍF alt kappingarárið

Sterki høgri bakkurin hjá VÍF, Áki Egilsnes, fer ikki av landinum at spæla hetta kappingarárið. Sostatt spælir hann framhaldandi fyri VÍF.

Áki Egilsnes hevur seinastu tíðina verið í samráðingum við ÍBV í Vestmannaoyggjunum um ein sáttmála, og fyri eini viku síðani fekk hann eitt tilboð, sum hann skuldi taka støðu til. Framman undan hevði Áki verið í Íslandi og vant við Ítróttbandalag Vestmannaeyja.

Talan var um ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála, og íslendska felagið legði út við, at talan var um ein profesionellan sáttmála. Men tá samanum kom var innihaldið í sáttmálanum ikki tað, sum Áki upprunaliga fekk lovað. Hann valdi tí at siga nei takk á hesum sinni.

Onnur viðurskifti hava eisini gjørt, at Áki Egilsnes valdi at havna tilboðnum úr Vestmannaoyggjum. Hann hevur eitt hálvt ár eftir av skúlanum her í Føroyum, og av tí at hann ikki kundi taka somu útbúgving í Íslandi, helt hann, at útbúgvingin vigaði meira, enn innihaldið í sáttmálanum við ÍBV.

-Harafturat eri eg heldur ikki í toppformi beint nú og eg vil fegin betra um tað, áðrenn eg taki av øðrum tilboðum uttanlands. Tí verið eg verandi VÍF-ari í øllum førum hetta kappingarárið, sigur Áki Egilsnes.

aki_egilsnes 4