Málið er 2+2 stig móti KÍF og VB

So er hondbóltur aftur á skránni hjá vestmannaliðunum. Menninir skulu oman til Kollafjarðar leygardagin kl. 18.00 og kvinnurnar skulu til Vágs sunnudagin. Málið hjá báðum liðunum er at vinna dystirnar. Og skal tað ikki gerast ov tungt at koma í finaluna, er tað næstan eitt krav at bæði liðini fáa eitt gott úrslit.

Hjá monnunum er tann broyting hend, at Heini Hanusarson er við aftur á VÍF-liðnum. Frá at hava havt ein tann minsta spælarahópin í fremstu deildini, hevur VÍF fyrst við Sámali og Agnari og nú við Heina, styrkt liðið so mikið, bæði í manntali og dygd, at liðið á pappírinum líkist ikki sørt FM- og steypavinnaraliðnum seinasta kappingarár. Nicklas Selvig er eisini vorðin VÍF-ari, men hann verður ikki við í dystinum móti KÍF, tí spælaraloyvið hjá honum loyvir honum ikki at spæla fyrr enn 17. desember.

Ingi Olsen, venjari, sigur, at dysturin móti KÍF er eitt slag av “finalu” um seinna plássið í finaluni. VÍF og KÍF liggja javnt í stigum á øðrum plássi. Hann heldur, at við verandi manning burdi VÍF-liðið verið á veg fram.

Spurningurin er so, um nakað av rusti framvegis skal bankast av fyrr enn liðið spælir optimalt. Heini hevur heldur ikki spælt við fyrr í ár, og spennandi verður, hvønn mun ársins verjuleikari í fjør longu nú kann gera í miðverjuni saman við Sámali.

VÍF hevur bara spælt ein dyst móti KÍF. Tað var heimadystur, sum VÍF vann 22-19. Í fjør vann VÍF sínar heimadystir móti KÍF meðan KÍF vann sínar heimadystir. Vit ynskja báðum liðunum ein góðan dyst.

VÍF-VB 2014

Kvinnurnar fara suður fyri at vinna

Kvinnurnar hjá VÍF fara suður til Vágs sunnudagin fyri at vinna. Tær eru eitt sindur skerdar, tí Liljan Djurhuus er ikki við og tað er Eileen Hansen heldur ikki. Málverjin Vivian Petersen er kanska ikki heilt klár enn, men hevur vant eina tíð eftir beinbrotið fyrr í kappingarárinum. Tí verður Kristina Griksaite í málinum í Vági.

Venjarin Geir Wardum sigur, at hann og leikararnir hava valt ikki at hugsa um tær, sum ikki kunnu vera við, men tey savna seg heldur um tað, tey hava. Onkur nýggjur ungur leikari er eisini við móti VB sunnudagin. Venjarin hevur tí góðar vónir til dystin í Vági.

Myndir: Jn.fo og Jens Kr. Vang