Aftur í dag framdu VÍF kvinnurnar eitt góðkent avrik á vøllinum, hóast tær mistu sigurin í seinastu minuttunum. Í 24. minutti av seinna hálvleiki var VÍF á odda 22-19. Men í 29 minutti javnaði VB til 24-24, og í sama minutti staðfesti Laila Jespersen sigurin við at leggja VB á odda 25-24.
Viviann stóð ein branddyst í málinum hjá VÍF og Simona fekk í dag av álvara víst sínar dygdir í álopinum, hóast hon er darvað av skaða. Hjá VB vóru tað serliga Laila Jespersen og Helga E. Kjærbo, sum vóru eyðsýndar.
Í byrjanini av dystinum komu fá mál. Verjurnar høvdu gott tamarhald á álopsleikarunum og báðir málverjarnir stóðu eisini væl. Í 13. minutti var støðan 4-4, men næstu 10 minuttirnar fekk VÍF einans tvey mál, og VB nýtti høvi at leggja seg á odda 12-6. Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki tóku VÍF kvinnurnar dyk á seg og minkaðu VB-leiðsluna niður í tvey mál til hálvleiksstøðuna 13-11 til VB.
Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði VÍF til støðuna 16-16. Nú átti VB tørn at fáa sær ein “málturk” í næstan 10 minuttir. Tað var hesa løtuna at Viviann fullkomiliga lukkaði av í VÍF málinum, tá hon tók broddin av øllum VB-atsóknunum. Samstundis takkaði VÍF fyri í álopinum, har tær nú løgdu seg á odda 20-16. VÍF megnaði at halda leiðsluna líka til tveir minuttir vóru eftir av dystinum, tá VB javnaði til 23-23. VÍF kláraði enn einaferð at leggja seg odda 24-23 í 28. minutti. Men so mistu tær alt á gólvið, og VB streyk avstað við sigrinum 25-24.
VÍF liðið: Steinbjarta Egholm, Beinta Poulsen, Tóra Seloy (4), Agnas Olsen (6), Linda Joensen, Liljan Djurhuus (4), Annika Patti, Torgunn Johansen, Jóhanna Gunnlaugsdóttir, Halla Durhuus, Viviann Petersen, Simona Iacob (7) og Linda Davidsen (3). Á bonkinum vóru Kári Mortensen og Johan L. Poulsen
VB liðið: Jurate Jankatiene, Rannvá Johannesen (4), Una Nolsøe, Rúna M. Jacobsen, Guðrið K. Mortensen (5), Natasha Ivanovski (3), Helga E. Kjærbo (5), Laila Jespersen (6), Beinta L. Gudmundsen og Andrea Nielsen (2). Á bonkinum vóru Kári Horn og Einar M. Jacobsen.
VÍF er framvegis nr. 5. í Sunset deildini við 15 stigum. Nú eru bara tveir dystir eftir í hesum kappingarárinum. Tann fyrri verður á heimavølli móti Stjørnuni skírisdag 5. apríl.