Sunset 5. februar: VÍF – Neistin 30-33
Við einum góðum liðavriki var um reppi at unga kvinnuliðið hjá VÍF basti Neistanum í landskappingardystinum í Vestmanna í dag. Hetta eydnaðist kortini ikki, men kvinnurnar hjá VÍF hava almikið rós uppiborið fyri avrikið í dystinum. Málmannsspæl, verjuspæl og álopsspæl gingu upp í eina hægri eind, undir kønari leiðslu av venjaratoyminum á beinkinum. Tað kundi við eitt lítið sindur meira hepni og neyvleika gjørt at VÍF koppaði sterka Neista liðnum.
Í byrjanini gekk javnt á, men í 12. minutti legði VÍF seg á odda 6-5. So tók Neistin leiðsluna við 2-3 málum. Í 26. minutti javnaði VÍF til 13-13. Síðstu fýra minuttirnar av fyrra hálvleiki spældi VÍF sum ein dreymur. Hálvleiksstøðan var 16-14 til VÍF. Skifti ímillum Beintu og Torgunn í ávikavíst verju og álopi riggaði avbera væl.
Fyrstu løtuni í seinna hálvleiki megnaðu VÍF kvinnurnar at varðveita leiðsluna. Men í 8. minutti javnaði Neistin, og tær løgdu seg síðan á odda við 2-3 málum, til VÍF aftur javnaði í 18 minutti til støðuna 23-23. Hetta var tað nærmasta VÍF kom í seinna hálvleiki, tí nú legði Neistin seg aftur á odda, og tær varðveittu eina leiðslu uppá 2-3 mál dystin út. Endaliga úrslitið gjørdist ein sigur til Neistan uppá 33-30.
Eitt skifti í seinna hálvleiki bjargaði Ragnhild í VÍF málinum hópin av opnum møguleikum hjá Neistanum. Hetta gjørdi at VÍF rættuliga kom inn aftur í dystin móti endanum. Viviann bjargaði somuleiðis fleiri naskum skotroyndum frá Neistakvinnum. Barbara Brauer var, sum altíð, ein støðug hóttan móti verjuni hjá VÍF. Rættuliga ofta stakk bólturin í spæl aftur, tá skotini frá Barbaru annaðhvørt vórðu bjargað ella komu á stongina. Tá vóru Neistakvinnur skjótari at fanga bóltin, og blivu púra leysar og skoraðu í næstu royndini. Ein eyðsýndur munur á liðunum vóru skjótálopini. Her megnaði Neistin, við Nicoletu í fyrra og Jacklin í seinna hálvleiki, at skora fleiri ferðir áðrenn verjan hjá VÍF kom uppá pláss. Annars hevði verjan hjá VÍF gott tamarhald á sterku álopsketuni hjá Neistanum við Barbaru, Nicoletu og Jacklin á odda.
Liðið hjá VÍF var í dag mannað við hesum leikarum (skotin mál standa í klombrum): Beinta Poulsen, Tóra Seloy (7) Agnas Olsen (1), Annika Poulsen (1), Liljan Djurhuus (10), Annika Patti, Torgunn Johansen (3), Kristina í Dávastovu (1), Jóhanna Gunnlaugsdóttir (4), Ragnhild á Heygum, Halla Durhuus (1), Viviann Petersen og Linda Davidsen (2). Venjarar: Kári Mortensen og Johan L. Poulsen.
Neistin hevði hesa manning: Erla Eliasen, Stina av Kák Kollsker, Nanna í Stórustovu, Annika Thomsen, Elin Holm (4), Barbara Brauer (7), Bára Hansen (4), Birita Wardum (3), Marta Samuelsen, Barbara Johannesen, Anja Eliasen (1), Nicoleta Radu Hansen (8) og Jacklin Durhuus (6). Venjarar: Kári Durhuus og Sigrun Mikkelsen.
Næsti dystur hjá VÍF verður á Skála móti StÍF mikudagin 15. februar.