Svangir kyndilsmenn koma norður í kvøld

 

Tvær spennandi uppgerðir verða í høllini í Vestmanna í kvøld. Kvinnurnar spæla klokkan 18.30 og møta Stjørnuni. Menninir spæla klokkan 20.00 og spæla móti Kyndli. Hóast kappingin hjá kvinnunum langt síðani er byrjað, hava VÍF-kvinnurnar bara leikt tann eina dystin móti H71, sum tær vunnu. Flestu av hinum liðunum hava leikt tríggjar dystir, men Stjørnan hevur eins og VÍF bara leikt ein enn. Stjørnin tapti sín dyst móti Neistanum við einum máli.

Hjá monnunum hevur VÍF spælt tveir dystir. VÍF tapti í Hoyvík móti H71 og vann móti KÍF í Vestmanna seinasta mikukvøld. Kyndil hevur tapt allar sínar tríggjar fyrstu dystir. Tað er tí eitt svangt kyndilslið, sum setir seg í bilarnar í Havn á veg norður til Vestmannar. Kvinnurnar í Klaksvík munnu vera eins svangar, sum kyndilsmenn, tí í Klaksvík gongur væl hjá monnunum og kvinnurnar í fiskivinnuhøvuðsstaðnum vilja ikki vera aftanfyri.

Fyrri heimadysturin í fjør millum menninar hjá VÍF og Kyndli endaði við javnleiki 31-31.
Fyrri heimadysturin í fjør millum VÍF og Stjørnuna endaði við sigri til Stjørnuna 29-24. Hesi úrslitini kunnu sjálvandi ikki brúkast til nakað sum helst, annað enn at vit vilja gera tað betur. Vit vóna, at menninir vísa sama góða leik, sum teir sýndu móti KÍF – og at kvinnurnar eru eitt sindur betur samanspældar, enn tær vóru móti hoyvíkskvinnum fyri skjótt einum mánaða síðani. Leikligu dygdirnar og royndirnar skuldu verið á báðum liðunum.

Møti fjølment í høllini í kvøld at stuðla okkara leikarum! Og skammist ikki við at rópa frá byrjan !!