Tá góðir hondbóltspælarar kiksa

Mansliðið hjá VÍF hevur eina rúgvu av góðum hondbóltsleikarum. Men sum lið hevur VÍF verið eitt sindur sum eitt jojo, har tað gongur upp og niður. Vónandi ber til at bøta upp á hetta, ikki minst í avgerandi og moralsku “finaluni” móti KÍF í komandi viku.

Ger EIN feil, og tú verður revsaður. Ger 20 feilir og tú verður revsaður 20 ferðir. Nakað soleiðis ber til at siga um VÍF í dystinum í steypakappingini mikukvøldið móti Neistanum. Tú sást tað á hugburðinum áðrenn dysturin byrjaði. Menn hingu við høvdinum, onkur ikki sørt herðasligin, og fleiri av andlitunum vóru sum meitlað í stein. Har var ov lítil geistur, ov tamur stríðsvilji og eingi øði – ella skipaður villskapur, skuldi eg kanska sagt, og sum Mads Eriksen hevði nikkað ja til.

“Tað stuttliga við hondbólti er, at so nógv kann henda upp á so stutta tíð,” segði fyrrverandi VÍF-venjarin Dia Midjord, hesa ferð sum EM-hondbóltsviðmerkjari, í KVF dagin eftir at Danmark bukaði Ungarn av. Og so legði hann afturat, hvussu nógvir hondbóltsdystir verða avgjørdir í ovastu etasju. Eg skal ikki siga, hvat tað var, sum gjørdi, at VÍF tapti móti Neistanum hetta kvøldið, men eg havi ein illgruna um, at dysturin var vunnin í høvdinum, áðrenn dysturin byrjaði. Og tá er so ómetaliga lítið at gera hjá til dømis venjaranum og áskoðarum aftaná.

Rætta svarið er kanska eitt annað, og møguliga kenna leikararnir tað, men tað var sjón fyri søgn, at leikararnir vóru ikki klárir. Feilirnir gjørdu vart við seg frá byrjan, og ein av sterku monnunum í verjuni royndi at javnstilla leikararnar, tá hann í áttanda minutti minutti segði, at nú høvdu allir gjørt ein feil í part og at allir máttu taka seg saman.

Tíverri hildu leikararnir á við at gera feilir, og nógvir av feilunum vóru ikki gjørdir í nærdysti við mótstøðuliðið. Leikararnir lofta ikki, kasta bóltin út av vøllinum, missa hann á fótin, misskilja hvønnannan og skjóta antin beint á málmannin, við síðuna av ella tveir metrar oman fyri málið. Tað førdi við sær, at Neistin næstan allan dystin kláraði at halda seg eitt og tvey mál frammanfyri. Og tað møðir liðið, sum liggur undir. Bara tvær ferðir í øllum dystinum var VÍF á odda. Við einum máli í fyrra hálvleiki og við tveimum málum tá seks minuttir vóru eftir. Men hvussu leingi var Ádam í Paradís? Í báðum førum tók tað Neistanum bara ein minutt at leggja VÍF afturum seg aftur.

VÍF-Neistin

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

VÍF fekk ongantíð flog yvir spælið. Tá so er, er einki annað at gera, enn at einstaklingar taka ábyrgd fyri at vita um tað kann broyta gongdina. Men ístaðin fyri at stemplað inn,  stemplaðu teir flestu stemplað út. Klókir menn siga, at tú skalt stempla inn í høvdinum tveir dagar áðrenn dystur byrjar. Ov fáir tóku ábyrgd móti Neistanum at bróta ígjøgnum. At VÍF bara spældi seg til tað eina brotskastið, sigur eitt sindur um tann partin. Neistin fekk fýra brotskøst.

Av leikarunum var tað mest Niklas Selvig, sum vísti tann rætta hugburðin at troka seg ígjøgnum. Tað átti at tendra hinar. Í hinum endanum stóð Niklas Simonsen ein sera góðan dyst, og ilt er at meta um, hvussu dysturin hevði endað, um málverjin ikki vísti sínar dygdir.

Hugsa vit um nógvu feilirnar, sum VÍF-leikararnir “sjálvbodnir” gjørdu, so er tað hinvegin undrunarvert, at VÍF ikki tapti meira. At Neistin eisini ger onkrar feilir, vigar nakað uppímóti, og hin partin eiga verjan og málverjin rós fyri.

Vit saknaðu størri hugflog í álopinum. Har er so nógv, sum átti at rigga við so fjøltáttaðum og góðum spælarum. Kanska er tað trupult at seta liðið saman við teimum røttu monnunum á teimum røttu plássunum. Onkur fýlist á, at niðurgongdir í dystum hjá VÍF koma, tá venjarin ger fleiri útskiftingar ísenn. Tað er tað kanska nakað um. Akkurát í hesum dystinum var VÍF ongantíð omaná, so ilt er at meta um tann partin í hesum førinum. Men klisjein um at VÍF ikki rakti dagin, passaði væl til VÍF-liðið mikukvøldið, tí alt ov ofta raktu leikararnir ikki sínar egnu ella raktu teir ikki málið ella raktu teir beint á málmannin.

Áskoðararnir eiga kanska eisini sín part av orsøkini til tapið mikukvøldið. Teir kundu verið fleiri og teir kundu rópt meira. Men helst var vantandi heppandi undirtøkan merkt av, at teir ikki trúðu upp á, at tað fór at bera til at vinna á neistaliðinum henda dystin. Tann trúgvi áskoðarin metir og kennir leikararnar á hugburðinum.

Men vit falla ikki í fátt. Tá kappingin byrjaði, metti venjarin VÍF-liðið til at fáa eitt triðja pláss í FM-kappingini. VÍF hevur ligið har á leið, men hevur nú togað seg upp á eitt 2. pláss. Tí eru krøvini vorðin størri, og tað eiga leikararnir at virða og at leggja alt í at berja seg til sigrar í komandi dystum.

Dysturin móti KÍF í Kollafirði má vinnast, um VÍF skal koma í semifinaluna. Dysturin verður komandi fríggjakvøld í Kollafirði. Tað verður uttan iva ein harður dystur. Men vil VÍF vinna, so eigur liðið at vinna. Tað krevur, at dysturin byrjar í ovastu etasju longu mikudagin og at leikarar og viðhaldsfólk eru tilreiðar frá fyrsta bríksli ! Konsentrasjón frá báðum pørtum !

Neistin-VÍF menn 2014

Savnsmynd: Álvur Haraldsen