So er Intersport Night Cup 2018 eisini søga. Uml. 420 børn í aldrinum 10-14 ár, hava spælt 98 hondbóltsdystir yvir tveir dagar í heystferiuni.
Hesuferð valdu vit at hava tiltakið yvir 2 dagar heldur enn at hava tað yvir eitt heilt samdøgur, sum vanligt hevur verið. Sjálvi halda vit at hetta var eitt gott val. Spælarar og foreldur gjørdust ikki líka móð og troytt, og dygdin á avgerandi dystunum varð, av somu orsøk, hægri.
Børn og foreldur sýntust at hugna sær óført báðar dagarnar, og seinni bæði kvøldini var hugni við tónleiki, spæli, poppcorni, pizza og sodavatni.
Eitt tílíkt tiltak er ikki gjørligt uttan góða og nógva hjálp, og vilja vit hjartaliga takka øllum sum hjálptu til. Takk til tín, sum gjørdi grýturætt, kókaði skrúvur, bakaði kaku, seldi í kioskini, gjørdi kaffi, gjørdi toast, skar frukt niður, stuðlaði við vørum, lat steyp og medaljur, stuðlaði við lýsingum, dømdi, sat við dómaraborðið, vart frásøgumaður, tók myndir, koyrdi buss, tók ímóti gestum, riggaði til, ruddaði upp og vaskaði. Takk til Vestmanna Kommunu og húsavørðarnar og takk til allar luttakararnar og áskoðararnar. Vit síggjast aftur í heystferiuni 2019😊
Vinnarar av kappingunum vóru:
D10 – Neistin
G10 – VÍF
D12 – H71
G12 – Sóljan
D14 – VÍF
G14 – Neistin
Um nakar ynskir at koma við rísi og/ella rósi, eru tit vælkomin at skriva okkum nakrar reglur á teldupostadressuna vif@vif.fo . Vit vilja fegin hoyra frá fólki, so at tiltakið verður so gott sum gjørligt og at møgulig mistøk ikki verða endurtikin.
Við ítróttarkvøðu
VÍF