Menninir hjá VÍF vunnu ein trivaligan 31-21 sigur á Team Klaksvík leygardagin 26. september. Vestmenningar kendu lítið til klaksvíksliðið annað enn at umboð fyri liðið hevur sagt, at Team Klaksvík ætlaði sær fleiri stig, enn í fjør. Og vit vita, at fleiri góðir leikarar við drúgvum royndum eru á klaksvíksliðinum. Dysturin varð spældur í høllini í Klaksvík
VÍF dró frá longu tíðliga í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 21-12 og dysturin var mest sum avgjørdur. Í seinna hálvleiki tóku vestmenningar sær av løttum og skutu bara 10 mál, meðan 9 mál fóru inn í hinum endanum. Tað var hugaligt, at so nógvir VÍF-leikarar komu á máltalvuna og løgdu teir meira orku í, kundi sigurin kanska verið eini 10 mál størri. Hanus Christophersen hevur higartil í ár víst ágrýtni og nærlagni, og í dystinum móti klaksvíkingum bragdaði rættiliga hjá honum. Hann skeyt fimm mál.
Hanus Christophersen skeyt fimm mál (savnsmynd Jens Kr Vang)
Tveir VÍF-leikarar fingu fyri fyrstu ferð spælitíð í FTZ-deildini. Tað vóru Jóhan í Garðastovu og Hallur Arason. Jóhan í Garðastovu fekk tvey tey seinastu málini í dystinum.
Ingi Olsen, venjari, heldur, at dysturin móti Team Klaksvík var ein væl betur dystur, enn hinir báðir undanfarnu dystirnir, tá stórsteypadysturin móti Neistanum er íroknaður.
“Beinan vegin sást, at menn vístu ein væl betur hugburð. Menn vildu vinna dystin. Serliga verjuparturin var nógv betur. Eingin Team Klaksvík leikari slapp at gera nakað, uttan at okkara beinan vegin vóru eftir teimum.
“Vit fylgdust sera stutt og sum 1. hálvleikur gekk, fingu vit sett tingini uppá pláss. Nokk so tíðliga fingu vit teir at geva skarvin yvir og longu í hálvleikinum var dysturin avgjørdur. Leikararnir skulu hava stórt rós fyri góðan innsats.
“Seinni hálvleikur var ikki nakað serliga góður fyri okkara viðkomandi. Vit hildu stand, og tað var nokk tað. Verjan fór eitt sindur niður og sum heild fór skotkvaliteturin í álopinum eisini sera nógv niður. Í fyrra hálvleiki skutu vit málmannin hjá Team Klaksvík sundur og saman, men í seinna hálvleiki byrjaði hann at taka væl – bæði útifrá og tá menn komu leysir.
“Hetta er tað, sum so oftani hendir, tá dysturin er avgjørdur. Jóhan í Garðastovu og Hallur Arason fingu sínar fyrstu minuttir í FTZ-deildini, og eg vil ynskja teimum tillukku við innsatsinum í frumdystinum,” sigur Ingi Olsen.
Samanumtikið heldur hann, at hetta var ein dystur, sum leikararnir kunna nýta til at fáa sjálvsálitið nakað upp. Hann heldur tó, at úrslitið má takast við fyrivarni, tí Team Klaksvík gav kanska upp í so skjótt.
Fyri framman eru tríggir dystin móti sterkari liðum, enn VÍF hevur leikt ímóti higartil. Í hesum dystum skal liðið veruliga standa sína roynd. Komandi sunnudag verður dystur móti H71, sum fleiri hava mett sum favoritt at enda á fremst plássi í undankappingini. VÍF vónar og væntar, at nógv viðhaldsfólk møta væluppløgd upp til tann dystin.
Team Klaksvík-VÍF 21-31: Sjúrður Olsen 1, Jóhan í Garðastovu 2, Danny Brandt 3, Julian Olsen 5, Áki Egilsnes 7, Andrias Eriksen, 2, Niklas Simonsen, Hallur Arason, Nunnu Lars Olsen 1, Hanus Christophersen 5, Filip Jojic 4 og Jón Müller 1.