H71 menn favorittar móti VÍF

Menninir hjá VÍF skulu í morgin leika sína fyrsta dyst á heimavølli. Dysturin er móti H71, sum ivaleyst má sigast at vera favorittur í hesum dystinum. H71 dylur heldur ikki fyri, at liðið ætlar sær aftur til Havnar við tveimum stigum.

“Vit vinna handa dystin. Klokkan hálvgum seks so sirka hava vit 6 út av 6 stigum. Men tað hendir bert, um allir menn, leikarir, venjarir og fólk annars kring hópin, savna seg um at vinna handa dystin,” skrivar H71 á heimasíðu síni uppundir dystin í kl. 16.00 sunnudagin.

Tíðin fer at vísa, um H71 fær rætt ella ikki. Eftir at fýra-fimm dystir vórðu spældir seinasta kappingarár, var VÍF vorðin favorittur til allar teir komandi dystirnar. Tað legði trýst á liðið og venjarar og tað vísti seg eisini, at VÍF snávaði í onkrum dystum, hóast einki lið kláraði at taka fyrsta plássið frá vestmenningum, tá teir høvdu lagt seg á odda eftir at hava leikt fýra dystir.

Í fyrstu atløgu kunnu vit staðfesta, at tað á ein hátt er ein lætti ikki at vera favorittur, hóast VÍF saman við H71 fyribils liggur á odda í kappingini. Orsøkina til, at VÍF ikki er favorittur kenna vit. Liðið hevur mist fleiri av teimum sterku verjuleikarunum. Støðan ber í sær, at somu menn, sum skulu stríðast fyri at fáa bóltin í H71-málið, eisini mugu stríðast í verjuni. Fyrsta dystin vann VÍF tepurt á StÍF, meðan talan gjørdist sum ein stórsigur móti Team Klaksvík.

46779_r_990_0

Veruliga styrkiroyndin fyri VÍF-menninar verður tí móti sama liðinum, sum vestmenningar vunnu FM-heitið ímóti í apríl í ár. H71 hevur styrkt seg munandi, har eru fleiri góðir, ungir leikarar og har eru tveir sera sterkir danskarar á liðinum.

Venjingardysturin móti H71 í september vísti kortini, at ungu vestmenningar saktans kunnu spæla upp móti H71, hóast H71 vann dystin við einum fýra málum. Í fjør vann H71 allar venjingardystirnar móti VÍF, meðan VÍF vann allar innanhýsis dystirnar móti hoyvíkingum.

Onkur onnur góð hagtøl hava vestmenningar eisini móti H71. Hyggja vit at málskjúttunum í dystunum í fjør móti H71, so vóru tað teir menninir hjá VÍF, sum framvegis eru á liðinum, ið skutu nærum øll málini. Heldur ikki hava vit gloymt, at Filip, Áki og Julian skutu 18 av teimum 24 málunum í seinna finaludystinum móti H71.

Sum heild tykjast teir ungu menninir hjá VÍF at vera væl fyri. Hanus Christophersen hevur verið stak eyðsýndur í teimum báðum fyrstu dystunum, og ikki er tað óvist, at hann roynir at prógva fyri U21-venjarunum at gerast fastur fúsur á U21-landsliðnum í heyst. Sama er galdandi fyri hinar fýra, sum eru úttiknir til venjingarnar.

Í fjør vóru tað áskoðararnir, sum gjørdu munin og bóru vestmenningar til sigurs í teimum avgerandi dystunum. Tað vænta vit eisini fer at gera seg galdandi í dystinum sunnudagin. H71 møtir heilt víst við nógvum av sínum áskoðarum, so vestmenningar mugu av húsum at rópa á verandi meistarar.

29383_r_960_620

KVINNURNAR FAVORITTAR MÓTI STJØRNUNI

VÍF-kvinnurnar byrja dagin kl. 14.30 móti Stjørnuni. Kvinnurnar hava víst sera sannførandi spæl higartil, og tær hava ikki dult fyri, at tær ætla sær langt í ár. Kvinnurnar vunnu 21-16 móti StÍF og StÍF vann 24-20 móti Stjørnuni. Tað skuldi boðað frá góðum, men Stjørnan kláraði kortini javnleik, 19-19, móti meistarunum í fjør, Neistanum. Tí kann alt henda, nú Henrik Gerster sum venjari aftur stendur á odda hjá Stjørnuni.

VÍF-kvinnurnar hava bara leikt ein dyst, og hetta er teirra fyrsti dystur á heimavølli, har Geir Wardum sleppur at sýna okkum, hvat hann hevur fingið burtur úr evnaríki leikarunum. Vit fara tí at siga, sum vit søgdu í fjør: “Setið steikin í ovnin í góðari tíð so tit síggja allan dystin og vera við til at rópa kvinnurnar fram til sigurs. Dessertina og kaffi fáa tit í høllini.”