Hóast tap móti H71 er framtíðin gul

Dysturin millum VÍF og H71 sunnudagin 4. oktober var av sonnum eitt rættur mannfólkadystur. Við sera offensivari verju, serliga frá VÍF, var dysturin sera harður og orkukrevjandi. Offensiva verjin gjørdi dystin heilt øðrvísi, enn aðrar dystir, og einki er at taka seg aftur í, at tað var bæði nýskapandi og stuttligt at síggja hetta slag av hondbólti. Mann móti manni í stórum parti av dystinum, har tað ikki bara ráddi um kropsliga styrki, men har tað so sanniliga eisini mentalt ráddi um at rokna nakrar leikir fram, bæði í álopi og verju.

Ingi Olsen hevði valt at geva ungum leikarum álit frá fyrsta bríksli. Hann valdi eisini at gera regluligar útskiftingar millum verju og álop. Tað ráddi um at spjaða orkuna yvir alt liðið. Hópurin hjá VÍF var eisini nakað minni, enn tann hjá H71. Og tað virkaði. Liðini fylgdust teir fyrstu 18 minuttirnar, tá støðan var 8-8.

H71 dró nú nakað frá og eitt skiftið var støðan 13-10 til H71. Men hóast tvær útvísingar í seinnu helvt av fyrra hálvleiki eydnaðist VÍF við góðum stríðsvilja at berja seg upp á javnleik, 15-15, tá farið var til hálvleik. Samumtikið ein javnur fyrri hálvleikur. H71 hevði fingið fýra brotskøst, VÍF eitt.

Í málum gjørdist seinni hálvleikur ov slakur fyri VÍF. Tað er ikki í nógvum dystum, at VÍF bara fær 10 mál í 30 minuttir. H71 fær síni 15 mál og hetta gjørdist munurin fyri úrslitið. At tað saktans kundi enda øðrvísi, vístu teir fyrstu minuttir í seinna hálvleiki. VÍF kom fram um beinan vegin 16-15, 17-15 og 18-16, og tað sá ljóst út hesa løtuna. Men tvey mál eru skjót at hála inn í einum hondbóltsdysti og tá tað byrjar at standa í stað, gerast 25 minuttir langir.

H71 hálaði tók eg inn á VÍF og fór fram um eftir at VÍF fyrst hevði brent eitt brotskast og við eini útvísing ein minutt seinni. Eftir fýra minuttum vendi H71 gongdini frá 18-16 til 18-21. Brekkan gjørdist nú tung hjá VÍF. Leiðslan hjá H71 var millum trý og fimm mál restina av dystinum og endaliga støðan gjørdist 25-30.

VÍF-H71 4. okt 15

Mynd lænt frá Jens Kr. Vang

BRENDU SKOTINI KOSTAÐU

VÍF-leikararnir leiktu samanumtikið ein góðan dyst. Teir stríddust manniliga og tá kunnu vit sum áskoðarar ikki skylda upp á stríðsviljan. Mansverjan hjá H71 av Áka og Filip átti ivaleyst triðingin av orsøkini til tapið. Ein triðingur stóðst av brendum skotum og tann seinasta triðingin kunnu vit kanska turka upp á teir VÍF-áskoðarar, sum ikki vildu ella ikki tordu at koma í høllina at rópa á meistararnar frá seinasta kappingarári.

Øll hasi trý tingini kunnu vit gera nakað við. Eg haldi ikki, at orkan hjá VÍF gekk undan. Hinvegin vóru skjúttararnir viðhvørt í so grammir at skjóta, áðrenn kanónin var innstillað. Bæði verjan hjá H71 og málverjarnir báðir stóðu sera væl ta løtuni í seinna hálvleiki, tá hoyvíkingarnir runnu frá vestmenningunum. Eisini dugdu H71-leikararnir væl at provokera fleiri brotskøst, so samanlagt fingu teir fimm brotskøst og VÍF bara tvey.

Leikarar og venjarar lærdu nógv av dystinum. Verjan stóð væl stóran part av dystinum, ikki minst tá vit hugsa um at skjúttarnir hjá H71 eru nakað hægri, enn skjúttarnir hjá VÍF. Eitt sindur meira tol í avgerandi løtum framman fyri málinum, effektivar loysnir móti mansverjum og full høll av vestmenningum hevði gjørt mun, sum svarar til fimm-seks mál.

Tí er tað við góðum treysti, at VÍF longu mikukvøldið kann prógva bæði fyri sær sjálum og áskoðarum, at framtíðin er gul. Mikukvøldið klokkan 20.00 er KÍF mótstøðulið, og tað kann saktans gerast ein líka harður dystur, sum tann móti H71. Brúk er tí fyri sama stríðsvilja hjá leikarunum og vinnarararópunum frá áskoðarunum.

VÍF: Jóhan í Garðastovu, Danny Brandt 3, Julian Olsen 3, Áki  Egilsnes 7, Andrias Eriksen 1, Jón Müller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen 3, Tóki Seloy, Hanus Christophersen 4 og Filip Jojic 4.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Mark Lausen Marcher 4, Djóni V. Højgaard 4, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen 5, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø 2, Andor Sivertsen 1, Helgi Hoydal, Peter Krogh 6, Jónas Djurhuus 7 og Tróndur Arge 1.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam