Tað er veruliga vorðið stuttligt at hyggja kvinnuhondbólti í Vestmanna í hesum døgum. Tað man vera langt síðani, at vit hava havt eitt so vælleikandi kvinnulið, og tað er ein fragd fyri eyga at síggja kvika og ágrýtna spælið, har tær gera sítt ítarsta allar 60 minuttirnar. Tær spæla sum einglar. Tær møðast ikki, og Geir Wardum skal hava alt tað rós, sum henda telda kann skriva, fyri at hava fingið tað besta burtur úr hvørjum tí einasta leikara. Tær eru allar við, bæði tær heilt ungu og tær royndu. Og hóast tær leika móti leikarum, sum í nógvum førum eru størri og sterkari, roynist kvika og kimiliga spælið so væl, at tær eru ikki til at steðga. Og lat okkum so eisini minnast til at fegnast um ta spæligleði, sum lýsir av teimum undir dystunum.
Móti Stjørnuni sunnudagin løgdu tær seg á odda beinan vegin. Støðan gjørdist 3-0, 8-3, 14-5 og tá hálvleiksstøðan var 19-9, var dysturin langt síðani avgjørdur.
Stjørnan fekk ikki nógv burtur úr seinasta kappingarár, men Stjørnuliðið í ár er ikki nakað vánaligt lið. Har eru fleiri góðir leikarar og málverjin er somuleiðis góður. Men VÍF var betri henda dagin, nógv betri, hóast Stjørnan í seinna hálvleiki royndi at gera ein lítlan vørr. 22-9, 31-14 og endaliga støðan 38-20 vísir, at VÍF-kvinnurnar verulig býta frá sær.
Mynd lænt frá Jens Kr. Vang
Heilir nýggju leikarar komu á máltalvuna, og tað sigur nógv um breiddina. Tær leika eisini longu sum eitt væl samanspælt lið, ikki sum einstaklingar, hóast tær einans hava leikt tveir landskappingardystir. Hetta sóu vit ikki minst í dystinum á Skála móti StÍF. Í dystinum móti Stjørnuni mundi helmingurin av málunum koma í skjótálopum, har tað serliga var Agnas Olsen, sum alla tíðina var klár at fiska leysar bóltar og renna klaksvíksgenturnar umkoll.
Serliga eyðsýndar vóru eisini Marianna H. Jacobsen og Liljan Djurhuus, bæði sum viðspælarar og sum toppskjúttar, hóast tær vóru vardar úti á vøllinum stóran part av øðrum hálvleiki.
Stóra styrkiroyndin hjá VÍF kvinnunum verður komandi sunnudag móti Kyndli í høllini í Havn. Tá fara vit øll til Havnar at stuðla teimum frá fyrsta bríksli.
VÍF: Kristina Griksaite, Agnes Olsen 7, Brynja Jógvansdóttir 1, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 8, Beinta Sveinbjørnsdóttir 2, Marianna H. Jacobsen 9, Elin M. Stórá, Randi Virgarsdóttir 2, Daniella Joensen 4, Ronja Johannesen 1, Kathe Frederriksen, Lív Ingorsdóttir, Eilin Hansen 4 og Rakul Joensen.
Stjørnan: Ralulca Ungureauv, Raria Nesá, Durita Thomsen 5, Una Váðklett 1, Krristina Poulsen 1, Paula Leivsgarð, Ella Petersen 1, Jansy Jacobsen 1, Tóra Eliasen 2, Jórunn Nielsen 2, Marta Betric 3, Edel Hansen 2 og Simona Florea 2.
Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam
Hvonnliðið hjá VÍF:
Aftast frá vinstru: Vivian Petersen, Annika Poulsen, Beinta S. Poulsen, Randi Virgarsdóttir, Ronja Johannesen og Rakul Joensen. Mittast frá vinstru: Jóhan Lind Poulsen, Lív Ingdorsdóttir, Kathe Fredriksen, Elin Maria Stórá, Eilen Hansen, Liljan Djurhuus, Agnas Olsen, Kristina Griksaite og Geir Wardum. Fremst frá vinstru: Brynja Rógvadóttir, Marianna Holm Jacobsen og Daniella Joensen.